Stóð nógv á hjá meistarunum

Tað var líka við, at føroyameistararnir úr Stjørnuni mistu stig í sínum seinasta dysti í hesum kappingarárinum, tá ið Neistin vitjaði í einari fullsettari KÍ-høll

Lagt var upp til veitslu í KÍ-høllini, tá ið Neistin var og vitjaði føroyameistararnar úr Stjørnuni leygardagin. Høllin var so at siga full, og klaksvíkingar høvdu gjørt nógv burtur úr at heiðra sínum gullkvinnum. Ballónir vóru sleptar undan loftinum, og allir teir mongu áskoðararnir fingu ókeypis kaffi og køkur, sum Stjørnan bjóðaði.

Skaði hjá Lidiu vendi dystinum
Í byrjanini av dystinum gekk tað, sum tey flestu høvdu væntað. Stjørnan byrjaði væl betur enn gestirnir, og tað gekk ikki long tíð, so hevði heimaliðið lagt seg á odda við fýra málum. So hvørt sum fyrri hálvleikur leið, vaks munurin millum liðini, og stutt fyri hálvleik var Stjørnan sjey mál framman fyri, 14-7! Tíverri fyri Stjørnuna hendi so tað, at sterki málverjin hjá klaksvíkskvinnum, Lidia Vladic, fekk ein skaða í tummulin og noyddist av vøllinum. Hetta ávirkaði beinan vegin verjuna hjá heimaliðnum, og spakuliga nærkaðist Neistin føroyameistarunum.
Tað gekk heldur ikki long tíð, so var havnarliðið komið á odda. Einans seks minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki, so var Neistin komin á odda 16-15, og tær hildu seg framman fyri Stjørnuna líka inntil slakir fimm minuttir vóru eftir at leika. Tá Lidia kom inn aftur í málið hjá heimaliðnum, sást hetta beinan vegin aftur á spælinum hjá klaksvíkskvinnum. Stjørnan kom aftur á odda 22-21, og løtu seinni økti liðskiparin hjá heimaliðnum, Una Olsen, til 23-21, og tey flestu hildu, at nú var sloppið hjá Stjørnuni. So var tó ikki, tí fyrst minkaði Lina Andriulyte um munin fyri Neistan til 22-23, og ein lítlan minutt seinni javnaði strikuspælarin hjá Neistanum, Marjun Tróndarsson, til 23-23. Stjørnan fór fram í álop, og tað eydnaðist Alinu Olaru at skora til 24-23, og nú vóru bert tveir minuttir eftir at leika. Neistin royndi at javna enn einaferð, men tað eydnaðist teimum ikki, og tískil kundu teir mongu áskoðararnir fegnast saman við Stjørnuni um greipuna, uttan at havnarliðið slapp at spilla nakað av sigursróminum.
Dysturin leygardagin var góður og sera spennandi, og teir mongu áskoðararnir fingu fullan valuta fyri pengarnar. Eftir dystin fingu klaksvíkskvinnur føroyameistarasteypið og gullmedaljur handað, og rómurin í KÍ-høllini var sum vera man óførur.


Stjørnan: Joan M. Djordjevic 6(4), Alina Olaru 5, Una Olsen 4, Katarina Stepanov 3, Anna Kristina Samson 2, Annika Ljósstein 2, Bára Skaale Klaksstein 2
Neistin: Lina Andriulyte 8, Simona Dzygite 6, Marjun Tróndarson 5, Lív Sørensen 3, Susan Brockie 1

Brotskøst: Stjørnan 6(4), Neistin 2(0)
Útvísingar: Stjørnan 1, Neistin 1

Dómarar: Kristian og Karstin Joensen