Ein frágreiðing hjá ST um landbúnað og veðurlagsbroytingar vísir á, at stóra nýtslan av kjøti og mjólkarvørum í vesturheiminum skundar undir veðurlagsbroytingarnar.
Tó fara hvørki granskararnir ella embætisfólkini somikið langt sum at ráða øll at gerast veganar ella vegetarar beinanvegin. Heldur vísa teir á, at fleiri fólk kundu fingið mat burtur úr landbúnaðinum, um øll minkaðu um nøgdina av kjøti í sínum kosti.
- Vit siga ikki, at fólk skulu gevast at eta kjøt. Summastaðni hava fólk einki annað val. Tó er tað eyðsæð, at vit í vesturheiminum eta alt ov nógv kjøt, sigur Pete Smith, professari í veðurlagsbroytingum við universiteti í Aberdeen við bretska kringvarpið, BBC.
Um eitt størri landøki gjørdist tókt til grønmeti og plantur, fæst meiri matur burturúr, umframt at jørðin gerst betri før fyri at goyma kolevnis útlát, vísir ein av niðurstøðunum í kanningini á.