Stápsstjóri: Støðan hjá Trump var hættislig fríggjadagin

Koronarakti forsetin hevði fríggjadagin fepur og lágt støði av ilt í kroppinum, upplýsir stápsstjórin hjá Trump.

Støðan hjá Donald Trump versnaði fríggjadagin so nógv, at starvsfólkini vóru álvarsliga stúrin.

Tað upplýsir ein av nærmastu starvsfólkum hjá Donald Trump, stápsstjórin Mark Meadows.

– Í gjár vóru vit veruliga stúrin. Hann hevði fepur, og iltmettingin fall skjótt, sigur Mark Meadows í eini samrøðu við Fox News í gjár.

Tað skrivar tíðindastovan dpa.

Meadows upplýsir ikki, hvussu nógv iltmettingin í blóðinum fall. Hinvegin sigur hann, at síðan hvøkkin fríggjadagin er støðan hjá Trump munandi betri nú.

Trump var fríggjadagin lokala tíð lagdur inn á hernaðarsjúkrahús í Maryland, eftir at hann var staðfestur positivur við covid-19.

Boðini frá Meadows koma, eftir at mótstríðandi kunning leygardagin skapti ørkymlan um veruligu støðuna hjá forsetanum.

Sean Conley, sum er lækni hjá Trump, segði leygardagin á einum tíðindafundi framman fyri sjúkahúsið, at sjúklingurin hevði tað gott, og at eingin orsøk var at óttast.

– Hendan morgunin fær forsetin ikki ilt, hann hevur ikki trupulleikar við at anda ella at ganga í íbúðini hjá Hvítu Húsunum á sjúkrahúsinum, segði Conley.

Men stutt eftir koma mótstríðandi upplýsingar, tá ein ónavngivin persónur í Hvítu Húsunum segði fjølmiðlafólkum, at støðan hjá Trump seinastu 24 tímarnar var »ógvuliga ørkymlandi«, og at teir komandi 48 tímarnir vóru at verða avgerandi.

– Vit eru enn ikki á veg ímóti, at hann gerst púra frískur, segði keldan sambært tíðindastovuni AFP.

Í eini videoheilsan í nátt upplýsti 74 ára gamli Trump, at hann hevur tað »nógv betri«.

/ritzau/