Vikuskiftið 16. og 17. januar skipar Borðtennissamband Føroya (BTSF) fyri stórari borðtenniskapping í Badmintonhøllini í Havn. Hetta er ein opin kapping, har kappast verður í einmansleiki og tvímansleiki í øllum deildum. Harumframt hevur BTSF avgjørt at skipa fyri eini old boys kapping, har menn, sum eru 35 ár og eldri og ikki hava luttikið regluliga í borðtenniskappingum seinastu fimm árini, kunnu kappast sínámillum, bæði í einmansleiki og tvímansleiki.
Medaljur verða handaðar nr. 1, 2 og 3 í einmansleiki og nr. 1 og 2 í tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki.
Blandaður tvímansleikur
Sum nakað nýtt hevur kappingarnevndin hjá BTSF eisini gjørt av at skipa fyri trimum kappingum í blandaðum tvímansleiki (mixed double).
Í eini 10-15 ár hevur verið skipað fyri FM-kapping í blandaðum tvímansleiki, men ein ávís ónøgd hevur verið um, at bert ein kapping hevur verið av hesum slag og bert í einum bólki. Tað vanliga hevur verið, at leikarar í 1. deild hava mannað liðini í blandaðum tvímansleiki, og tað hevur gjørt, at lítil og eingin møguleiki hevur verið hjá teimum yngru at gjørt seg galdandi. Nú verður so bøtt um hetta, tí í opnu kappingini komandi vikuskifti verður kappast í trimum bólkum, nevniliga leikarar upp til 14 ár, leikarar millum 14 og 18 ár, og leikarar eldri enn 18 ár.
Leygardagin
og sunnudagin
Lagt verður til brots leygarmorgunin klokkan 9.30. Tá kappast piltar og smádreingir. Klokkan 10.30 byrja pinkur og smágentur, og klokkan 14.30 byrja gentur, kvinnunglingar, dreingir og mansunglingar.
Kappingarnar í blandaðum tvímansleiki byrja, so skjótt kappingarnar í einmansleiki og tvímansleiki í viðkomandi deildunum eru lidnar.
Væntandi er, at leygardagurin verður drúgvur í Badmintonhøllini í Havn.
Lagt verður til brots aftur sunnumorgunin kl. 10.00, og tá verður kappast í meðaldeildini, meistaradeildini og í old boys deildini.
Kappingin í blandaðum tvímansleiki fyri vaksin byrjar sunnudagin klokkan 14.00.
Luttøka
Borðtennissamband Føroya hevur sent feløgunum tilmeldingarblað til opnu kappingina og boðast skal frá luttøku í seinasta lagi mikudagin 13. januar. Til ber at boða frá skrivliga til BTSF, postsmoga 223, FO-110 Tórshavn, ella við at ringja til formannin í kappingarnevndini (Vilmund Jacobsen, tlf. 448001 & 312169). BTSF vónar, at luttøkan verður fjølment.