Stór broyting

Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, heldur tað vera frálíkt nú blaðútberingin frá í dag av verður víðkað til at fevna um hvørt kvøld í Klaksvík

Klaksvík:
Frá í dag av verða bæði Dimmalætting og Sosialurin borin út hvørt kvøld til haldarar í Klaksvík, sum hava postkassa. Hetta fer at hava ta kollveltandi broytingina við sær, at haldarar kunnu hava blaðið umleið hálvt samdøgur fyrr.
Steinbjørn Jacobsen, borgarstjóri, heldur, at tað er frálíkt.
? Tað verður ein velduga stór broyting, kanst tú ætla, sigur hann og vísir samstundis á, at tað er av alstórum týdningi, at fólk fáa bløðini so tíðliga sum gjørligt eftir, at tey eru komin út.
? Eg haldi, at tað tykist, sum at serliga dagbløðini hava tað við at gerast gomul rættiliga skjótt. At so haldarin fær tey so nógv fyrr, tað kann jú bara vera gott, sigur hann. Og heldur fram, at gjøgnum ein dag hoyrir ein so nógv tíðindi, og eisini tað kann vera ein orsøk til, at bløðini skjótt tykjast gomul. Men hinvegin heldur hann, at tað er so nógv lættari at venda aftur til eitt blað fyri at vita, hvussu tað nú var, at ein ella annar segði eitthvørt.
Borgarstjórin heldur, at hetta fer at broyta blaðmentanina í Klaksvík nógv.
Hann ivast ikki í, at fólk fara at gleðast um at tey kunnu sessast við einum dagblaði sama kvøld, sum tað er prentað.