Stór byggiætlan í Kvívík

Grækaris A. Joensen í Kvívík ætlar sær undir eina stóra byggiætlan í heimbygdini. Íalt skulu 42 bústaðareindir byggjast ovarlaga í bygdini. Henda stóra byggiætlanin verður løgd fram á fundi við bygdaráðið í Kvívík í kvøld.

Sum skilst er ætlanin at byggja hesar 42 bústaðareindirnar á einum øki, sum liggur oman fyri skúlan. Her er talan um ymisk sløg av eindum, millum annað randarhúsum.

- Her uppi er eitt ótrúligt útsýni, sigur Grækaris.

Umframt hetta, ætlar fyritøkan hjá Grækarisi ? G.A.J. smíð ? somuleiðis at gera ein barnagarð til eini 100 børn í Kvívík.

- Tað er alneyðugt, at vit eisini menna tær smærru bygdirnar, sigur hann í stuttari viðmerking.