Anja Andreasen, Vegna nevndina í Ættleiðingarfelagnum
Tað frættist í fjølmiðlunum í dag, at ein føroyskur unglingi í vikuskiftinum hevur verið fyri harðskapi av ringasta slag. Ikki tí at hann á nakran hátt hevði gjørt seg uppibornan til hesa ræðuligu viðferð, men heilt einfalt tí, at hann er ættleiddur úr øðrum landi og tí hevur eina útsjónd, ið líkist burtur úr fjøldini. Allir borgarar í Føroyum eiga somu rættindir uttan mun til uppuna ella útsjónd. Tað vil millum annað eisini siga, at vit sum foreldur at ættleiddum børnum vilja hava loyvi til at senda okkara børn ein túr í býin í vikuskiftinum uttan at skula óttast, at tey vera fyri harðskapi.
At vaksnir menn kunna finna upp á at gera seg inn á eitt ungt menniskja einans vegna hansara uppruna og húðalit er skelkandi og einki annað enn ein stór fúl skomm. Vit taka ikki einans frástøðu, men vamlast við hesa hending, og Ættleiðingarfelagið vil við hesum brævi vísa dreinginum og familju hansara okkara samkenslu. Vónandi verða fullu ørvitisknokkarnir funnir sum skjótast, og vónandi fáa teir ta revsing teir hava uppiborna.