Nú allir sáttmálar millum reiðarar og manningarfeløg eru komnir upp á pláss, og býtið av makreli skal avgerast, valdar tøgn á heimasíðunum hjá reiðarum og fiskimonnum. Mong munnu hava lagt til merkis, at serstakliga friðarligt hevur verið á heimasíðunum hjá Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag seinastu vikurnar.
Feløgini plagdu at hava viðmerkingar og taka lut í kjaki um viðkomandi mál, serliga Føroya Reiðarafelag, men nú allir sáttmálar millum reiðarar og manningarfeløg eru komnir upp á pláss, og allur flotin er virkin aftur eftir steðg í nakrar vikur, er ikki ein nýggjur bókstavur at síggja á hesum heimasíðum.
Á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag er ikki ein bókstavur skrivaður síðan 29. januar, tá felagið upplýsti um, at manningarfeløgini høvdu vrakað semingsuppskotið - og á heimasíðuni hjá Føroya Reiðarafelag er ikki ein nýggjur bókstavur skrivaður heilt síðan 1. februar, tá felagið kunnaði um, at Norðborg hevði gjørt sáttmála við manningarfeløgini.
Heimasíðan hjá Føroya Reiðarafelag plagdi annars at vera rímiliga virkin, og felagið plagdi at taka lut í kjaki um fiskivinnumál, men nú valdar tøgn.
Tað tykist undarligt, at hvørki av hesum feløgum, sum umboða fiskimenn og reiðarar, ikki hava havt eina einastu viðmerking um nýggju sáttmálarnar, sum gjørdir eru millum manningarfeløg og skipabólkar.
Fyri framman stendur býtið av makrelkvotuni millum ymisku skipabólkarnar, men hvørki úrslitini av samráðingunum - ei heldur komandi býtið av makrelkvotu - fáa hesi feløg at ressast og taka ?penn? í hond.
Tað er tøgn, sum valdar í løtuni.