Alla hesa vikuna hava tiltøk verið í sambandi við, at tað í morgin verður árligu Sjómannadagurin í Klaksvík.
Í kvøld eru stóru og afturvendandi tiltøkini, sum serliga hava fokus á børnunum ella rættari børnunum og øllum teimum, sum í løtum einki hava ímóti at vera barnslig og í felagi og samstarvi við børnini.
Veðrið er gott og milt, og tað vóru nógv – stór og smá og av báðum kynum – og luttóku í fiskikappingini á Kósabrúnni. Luttakararnir eru ikki bara úr Klaksvík og Norðoyggjum. Streymur av bilum hevur allan seinnapartin og í kvøld verið til Klaksvíkar.
Nú verður vatnkríggj á vánni, og tað plagar ikki at vera minni spennandi.