Nógvur vindur vestaneftir ger, at seinnapartin fløðir tað umleið hálvan triðja metur meiri enn tað vanliga við ta vesturjútsku strondina. Danska veðurstovan DMI hevur tí sent út ávaring og biðið fólk vera ansin, um tey ætla sær oman á strondina.
Tað hevur verið hvassur vindur av suðri og útsynningi við jútsku vesturstrondina allan dag við høðrum hvirlum, og tað hevur trýst nógvan sjógv inn at landi.
Veðurmenninir siga frá minni vindi í kvøld.