Stór gleði at spæla saman

Hóskvøldið hevði Ælabogin, sum er eitt orkestur, ið er mannað við fólki við menningartarni, konsert í Perluni í Havn.

- Gleðin hjá teimum at spæla saman er stór, sigur Annika Højgaard, sum er ein av orkesturleiðarunum, saman við Eiriki Skála og Katrin Jørgensen.

Ælabogin spælir nakrar ferðir um árið, Men tey hava onki ímóti at spæla eitt sindur meiri og er tað onkur, ið hevur hug at fáa orkestrið at spæla á onkrum tiltaki, kanska onkrum jólatiltaki, ella við okkurt annað høvi, er bara at senda boð, at vita, hvussu landið liggur, sigur orkesturleiðarin.

Á konertini spældu tey ymisk jólaløg, men so eisini onnur løg, eitt nú The Entertainer, Danny Boy, Hey Jude og onnur.

Ælabogin er mannaður við 22 fólkum og tey spæla ymisk horn, blokkfloytu og ymisk slagverk.

Summi av teimum duga ikki at lesa nótar, so tey spæla ístaðin eftir litum og tað riggar av tí allarfínasta, sigur Annika Højgaard.

Tey møta einaferð um vikuna í Skansastovu og hugurin at møta til venjingar er avbera stórur, tí summi leggja nógv fyri og koma rættiliga langvegis frá, at kalla sama, hvussu er við veðri og vindi.

Annika Højgaard sigur, at Ælabogin er øgiliga stóran týdning fyri tey.

- Tað er ógvuliga gevandi, tí tað mennir tey sosialt og tey hava stóra gleði av at kunna skapa tónleik saman og at síggja, at eitt úrslit spyrst burtur úr.