Jan Müller
Í 1992 fór tann fyrsta oljuráðleggingarnevndin í gongd við at gera fyrireikandi arbeiði til eina føroyska oljuvinnu. Síðani hava vit havt bæði ta aðru oljuráðleggingarnevndina og ein hóp av arbeiðsbólkum til at gera fyrireikandi arbeiði til eina føroyska oljuvinnu.
-Úrslitið higartil er ein Kolvetnislóg, sum ásetir rammurnar fyri veitingum av leiti- og troytanarloyvum, og ein føroysk Kolvetnisskattalóg, sum eisini er ein rammulóg, sum ásetir høvuðsmiðini í eini kolvetnisskatting sigur Jóhannus Egholm Hansen og vísir á, at serliga í teirri seinnu lógini eru tó framvegis stór hol, sum ein má rokna við, at oljufeløgini vilja krevja latin aftur, áðrenn tey vilja geva tilboð um at seta verkætlanir fyri milliardir av krónum í gongd á føroyska landgrunninum.
-Eitt nú kann nevnast, at Kolvetnisskattalógin ikki á nakran hátt viðger, hvussu útreiðslurnar í samband við avtøku av risastóru og dýru installatiónunum til havs skulu viðgerast í skattligum høpi. Tá ið havt verður í huga, at talan er um hundraðtals milliónir av krónum kann ein undrast eitt sindur yvir, at hesin spurningur ikki er viðgjørdur í samband við Kolvetnisskattalógina, tá ið ein í Kolvetnisskattalógini harafturímóti hevur tikið støðu til spurningin um t.d. tær loypandi skattligu avskrivingarnar av somu installatiónum. Sostatt bíða vit framvegis eftir, at hesin spurningur og hópin av spurningum um nágreiniligu kolvetnisskattingina verða ásettir við lóg ella kunngerð, umframt at ein fyrisiting av kolvetnisskattalóggávuni skal setast á stovn og lógarkarmarnir fyri hesum gerast.
Jóhannus Egholm Hansen vísir víðari á, at eisini ein annar fyri oljufeløgini sera týdningarmikil skattaspurningur er enn opin, nevniliga um ein serligur oljuskattur skal áleggjast oljufeløgunum, og hvussu treytirnar verða, um ein sovorðin skattur verður álagdur. -Tað, sum higartil hevur verið at hoyrt um slíkan serskatt, er, at um hann kemur, verður væntandi talan um ein skatt, sum verður álagdur feløgunum av yvirskoti eftir, at allar íløgur eru forrentaðar og afturgoldnar. T.v.s. ein skattur, sum kemur at verða lagdur á positiva peningarenslið.
Havandi í huga tann dent ojufeløgini hava lagt á hendan spurning heldur Jóhannus Egholm Hansen, at tað ikki er heppið fyri ætlaninar um í kapping við onnur oljuøki at tekkjast oljufeløgunum, at vit framvegis, kanska einans stutta tíð, áðrenn fyrsta útbjóðingin fer av bakkastokki, bíða eftir, at hesin spurningur verður svaraður.
Umhvørvisøkið
Eisini á umhvørvisøkinum hava vit bíðað leingi eftir, at nágreiniligar reglugerðir fóru at verða gjørdar. Løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu gerast partur í teirri sonevndu OSPAR-Konventiónini, sum er ein millumtjóða sáttmáli, ið m.a. viðger spurningin um útleiðing í havið frá havinstallatiónunum. Enn restar tó framvegis at fáa eina føroyska havumhvørvislóg, sum regulerar dálking innan egið hav- og landøki. Jóhannus Egholm Hansen: -Løgtingið hevur, eftir at landstýrismaðurin í umhvørvismálum - aftaná at hava uppgivið ella útsett eitt projekt um eina samlaða føroyska umhvørvislóg fyri bæði land- og sjóøki - samtykt at heita á donsku stjórnina um at seta donsku havumhvørvislógina í gildi í Føroyum, tó við teimum
broytingum, ið serligu føroysku viðurskiftini krevja. Danska lógin er síðani við kongaligari fyriskipan frá 12. august 1999 sett í gildi í Føroyum, men enn resta reglugerðir, sum meira ná-greiniliga áseta umhvørvisreglurnar og hvussu hesar skulu umsitast, sigur Jóhannus Egholm Hansen, ið vísir á, at vit sostatt framvegis bíða eftir teirri endaligu reglugerðini á havumhvørvisøkinum, og at hendan má verða uppá pláss, áðrenn altjóða oljuvinnan yvirhøvur vil so mikið sum hugsa um at seta stórar og kostnaðarkrevjandi verkætlanir í gongd á føroyskum øki.