Tá verður nevniliga skipað fyri eini stórari skaterkapping í Ítróttarhøllini á Hálsi, har teir vænta ein hóp av ungum og ídnum skatarum.
Hetta tiltakið, ið kallast "AlienXplotion" er uttan iva størsta skaterkapping nakrantíð í Føroyum. Her fáa teir allir ein ótrúligan møguleika at vísa, hvat teir duga, tá talan er um streetskating og rampuskating.
Tað verður tó ikki bert skating á skránni hesar báðar dagarnar. Har verður eisini ein konsert við Direct Level, og har verður dansur, multimediashow, prædikur, plátuvendari og mangt annað.