Stór kapping um seinna uppflytingarmøguleikan

Fótbóltur: Við sigrinum á oddaliðnum hevur GÍ mest sum tryggjað sær silvurkrónurnar, meðan fimm lið kappast um bronsuna

Gøtumenn styrktu síðsta vikuskifti heilt nógv um sín møguleika at vinna silvur. Teir høvdu vitjan av Skála, sum fyri fleiri vikum síðani hevur vunnið deildina og er flutt upp í 2. deild, og gøtumenn vunnu ikki minni enn 5-0.

GÍ er fimm stig undan hinum liðunum, sum teir kappast við, og tá tað bara eru tvey umfør eftir at spæla, ber tað illa til at ímynda sær, at nakar skal taka næstfremsta plássið frá teimum í Gøtu.

Men hóast teir vinna silvur, so kunnu gøtumenn ikki spæla móti næstaftasta liðnum í 2. deild um eitt pláss í næstbestu deildini komandi ár. GÍ er longu umboðað í 2. deild, og tað sigur ikki so lítið um áhugan fyri og dygdirnar í fótbóltsspælinum í næstminstu kommununi, sum er umboðað í 1. deild, at teir eisini liggja so væl fyri, bæði í 2. og í 3. deild.

Í kappingarreglunum stendur, at um næstfremsta liðið frammanundan er umboðað í 2. deild, so fer høvið at spæla um eitt pláss í 2. deild víðari til triðji fremsta liðið, og um tað eisini er umboðað í 2. deild, so fer høvið til fjórði fremsta liðið. Er tað eisini umboðað í 2. deild, so verður eingin dyst-ur um eitt pláss í 2. deild.

Tað er ein møguleiki fyri, at hetta fer at gerast endastøðan. B68, ÍF, VB, B36 og FS Vágar kappast um triðja plássið. Um tað skuldi endað við, at B36 og FS Vágar enda á triðja og fjórða plássinum, og B36 samstundis sleppur undan niðurflyting úr 2. deild, so sleppur næstaftasta liðið í 2. deild (B36 er í løtuni á hesum plássinum) undan stríði um niðurflyting, tí hesi bæði feløgini hava frammanundan lið í næstbestu deildini.

Í veruleikanum eru klaksvíkingar langt síðani fluttir niður, men heilt fram til dystin í Vági høvdu teir teoretiskan møguleika at yvirliva. Nú er hann burtur.

Eftir at hálvfinalurnar í 4. deild eru avgreiddar, er tað greitt, at um B68 ikki flytir upp úr 3. deild, so flytir bara eitt lið niður úr 3. deild. B36 og B68 skulu spæla finalu í 4. deild, og HB og TB skulu spæla um triðja plássið. Tvørámenn flyta upp í 3. deild, um B68 ikki flytir upp í 2. deild, meðan B36 og HB ikki kunnu flyta upp, tí tey eru umboðað í 3. deild frammanundan. Um næstbesta liðið hjá toftamonnum flytir upp í 2. deild, so skal TB spæla tveir dystir móti HB um eitt pláss í 3. deild.


HB-B68 1-4 (1-1)

Toftamenn fingu ein orduligan kvøkk, tá Bjarni Wardum longu eftir tveir minuttir legði heimaliðið á odda, men sum tíðin leið, gav tað seg til kennar, at fleiri at B68 spælarunum venja regluliga. Tað gera teir hjá HB ikki.

Ein av ungu B68 monnunum, Jónleif Gerðisá, javnaði, tá 36 minuttir vóru farnir, og í 2. hálvleiki sást skjótt, at tað bara var ein spurningur um, hvussu stórur sigurin fór at vera. Russiski miðvallarin, Serghéy Kréksjin legði B68 framum, tá 51 minuttir vóru farnir, og ein av ungu monnunum, Hansmar Poulsen, økti til 3-1, tá 69 minuttir vóru farnir,.

Tað er ikki á hvørjum degi, at faðir og sonur spæla á sama liði, men soleiðis var tað í Gundadali. Magnus Poulsen vardi málið hjá B68 í 3. deild, men hann noyddist at fara av vøllinum við skaða, tá tað restaði eitt korter, og so kom 16 ára gamli Jóhan Dávur Højgaard í B68 málið. Hann sá pápa sín, Aksel Højgaard, økja til 4-1, tá tað restaðu tveir minuttir!


GÍ-Skála 5-0 (3-0)

Uppflytararnir av Skála løgdu lítlan álvara í, og hetta argaði bæði mótstøðumenninar í Gøtu og hini liðini, sum kappast um at enda á heiðursmerkjaplássi.

At skálamenn tóku uppgávuna í lítlum álvara sást í, at teir undan dystinum høvdu drigið lut um á hvørjum plássi hvør skuldi spæla. Í steðginium, tá teir vóru aftanfyri 3-0, gjørdu teir av at fara á vandu plássini, men tá var ov seint. Gøtumenn vóru nógv uppsettir, og teir vórðu ongantíð hóttir.

Petersen brøðurnir áttu fýra av málunum. Kim skoraði til 1-0, 3-0 og 5-0, tá ávikavíst 10, 35 og 69 minuttir vóru farnir, og John økti til 4-0, tá ein tími var farin. Unglingaspælarin, Dánial Pauli Dalbø, átti 2-0 málið. Tað skoraði hann, tá 23 minuttir vóru farnir.


FS Vágar-ÍF 1-1 (0-1)

Tá dómarin bríkslaði fyri síðstu ferð, iðraðu fuglfirðingar seg um, at teir ikki høvdu vunnið, og tað var kanska einki at siga til, tí heimaliðið javnaði í yvirtíðini. Men tá teir í ÍF høvdu summað seg, vóru teir nøgdir alíkavæl, tí FS Vágar hevði kroyst teir í botn allan seinna hálvleik. Heimaliðið hevði nógvar møguleikar, men tað gekk illa at fáa mál, eisini tá teir vóru komnir inn um málverjan.

Útjavnandi málið var bæði heppið og sjáldsamt. Eftir horna og nógvar ferðir aftur og fram varð stútað, og bólturin var á veg skeivu megin stólpan, tá Jákup Joensen slongdi hælin eftir bóltinum og stýrdi honum í kassan.

21 minuttir vóru farnir, tá Jákup Baldvinsson setti hol á. Hann dró leingi og langt í høgru, eingin leyp á, og so smekkaði hann flatt í handara síðunetið.


B71-B36 0-1 (0-1)

Árstalsfelagið í Gundadali hevur staðið seg væl í 3. deild, og aftur hesa ferð høvdu teir eina góða blanding av røskum unglingum og so onkrum við størri royndum.

Sandoyingar liggja í tyngra endanum í deildini, men tað er eingin ivi í, at á liðnum hjá teimum eru fleiri, sum komandi ár viðhvørt fara at síggjast á besta liðnum.

Tað hevur ofta víst seg, at dómararnir svíkja, tá teir skulu møta at døma í 3. deild. FSF hevur tikið avleiðingarnar av hesum og setir nú ofta dómarar úr heimaliðnum at døma.

Hesa ferð dømdi Hans Falkvard av Sandi, og tað var ein væl sædd dómaraavgerð, sum var orsøkin til møguleikan, ið bar einasta málið við sær.

Ein hálvur tími var farin, tá B36 fekk fríspark um miðstrikuna. Teir gjørdu skjótt av, og tað segði dómarin einki til, sandoyingar vóru ikki klárir, tá innleggið kom úr høgru síðu, og úr stuttari fjarstøðu stýrdi ein B36-maður bóltinum í kassan. Tað hevur tíverri ikki eydnast okkum at fingið uppspurt, hvør skeyt hetta málið, men vónandi kunnu onkrir av lesarunum hjálpa okkum, so vit kunnu hava tað við til næstu ferð.


VB-KÍ 3-3 (1-1)

Átta klaksvíkingar vóru í ferðalagnum úr Klaksvík. Í Havnini tóku teir Bill Jacobsen, hjálparvenjarin hjá U-16 landsliðnum, við, á veg suður varð avgjørt, at formaðurin í KÍ, Svend Jacobsen, skuldi spæla við, og miðskeiðis í 1. hálvleiki kom Tom Jakobsen, liðleiðarin hjá 1. liði, upp í part (hann mundi skorað beinanvegin hann var komin inn!), og so vóru teir ellivu.

Men VB megnaði ikki at gera fulla nyttu burturúr, at mótstøðumenninir ikki áttu at verið so væl fyri.

KÍ kom á odda, meðan teir framvegis vóru tíggju á vøllinum. Málskjútti var Jákup Oluf á Lakjuni, sum er ein góður styrkur, nú hann er heima og heldur frí.

So fingu vágbingar trý mál, og eingin ivi tóktist vera um, hvønn veg stigini skuldu fara. Fyri steðgin javnaði Niclas Ludvig við beinleiðis frísparki, Egil Steintórsson legði VB framum tíðliga í 2. hálvleiki, tá hann, staddur uttanfyri brotsteigin, fekk bólt úr vinstru og skoraði, og tað lá í luftini, at Bergur Winther slerdi sigurin fastan, tá hann fór sjálvur og skoraði.

Vágbingar slakkaðu av, og klaksvíkingar tóku av. Eftir 88 minuttir tamdi Jákup Oluf á Lakjuni innlegg við bringuni og smekkaði í kassan, og so var ferð á KÍ. Klokkan vísti 90.36, tá Allan Poulsen javnaði. Uppspælið var í høgru eftir innkast, og tað var Bill Jacobsen, sum legði innfyri.