Fríggjakvøldið verður stór konsert við Lindu Andrews í Norðurlandahúsinum. Linda trínur á pall við vælumtóktum føroyskum kóri Linda Andrews fer í vikuskiftinum at halda fyrstu veruliga konsertina í Føroyum, síðan hon vann X-Factor finaluna.
Konsertin verður í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið komandi, og fyrireikarar siga, at fáa atgongumerki eru eftir.
Eitt heldur kent føroyskt kór skal framføra saman við Lindu.
Kórið vard stovnað av Eiriki Skála í samband við at Andre Crouch hevði
konsert í Føroyum. Avgjørt var at halda fram at syngja, og tað hevur
verið virkið síðan. Kórið hevur vitjað í Danmark, Svøríki og Álandi, og hevur sungið saman við Jessi Dixon tvær ferðir, og
hevði konsert saman við Ron Kennoly í desember 2007.
Kórleidari er Sigrið Rasmussen
Virkandi kórlimir eru Bjarta, Jensina, Selma, Eydna, Johanna R, Johanna J, Kristina Jútta, Súsanna, Kirstin, Diana, Erika, Jannet, Súsanna, Joy, Sirikit Áki, Edvin, Óli, JónSvein, Heine, Ingi, Guttorm, Billy