Stór konsert í Reinsarínum

Fríggjakvøldið komandi verður stór konsert á Reinsarínum í Havn við millum annað Jens Marna Hansen.

Fríggjakvøldið bjóðar Reinsaríi uppá tónleik, og tað fyri øll. Tað er nevniliga einki aldursmark á tiltakinum, soleiðis at eisini tí undir 18 fáa høvið at njóta live framførslurnar.

 

Ímillum tónleikararnir, ið fara at framføra fríggjakvøldið er væl umtókti Jens Marni Hansen.

 

Afturat honum eru bólkarnir Euthanasia, Plastic Hero og Reverb.

 

Konsertin byrjar kl. 21.