Stór konsert í Tøting

Fríggjakvøldið 24. juni verður eitt brak av einum tónleikatiltakið í Tøting. Tónleikasamtakið Grót og Summartónar bjóða til konsert við Annemarie Zimakoff og dupulta útgávukonsert við Guðrið Hansdóttir og Petur Pólson.

 

Nýggja fløgan hjá Guðrið "Beyond the Grey" kom út 3. juni og nýggja fløgan hjá Petur "Transit" kom á marknaðin 15. juni.

 

Leygarkvøldið 18. juni høvdu Guðrið Hansdóttir og Petur Pólson dupulta útgávukonsert í Sjónleikarahúsinum í Havn.

 

Annemarie Zimakoff gevur í juli út sína triðju fløgu við heitinum "Skoveensomhed", har Annemarie hevur sett tónleik til yrkingar eftir Emil Aarestrup, ið doyði fyri 155 árum síðani.

 

Konsertin byrjar kl. 20.00.

 

Hesum boða fyrireikararnir frá í dag.