Stór luttøku

Ábyrgdarblaðstjórin á Sosialinum, Jan Müller, var sera væl nøgdur við Summarkappingin og gleddist um teir mongu kalendararnar, sum fólk høvdu sent inn í samband við kappingina

Fríggjadagin var endabresturin í Summarkappingini hjá Sosialinum, tá ið allir vinnararnir vóru funnir. Í hesum sambandi fingu vit orðið á ábyrgdarblaðstjóran á Sosialinum, sum var stak væl nøgdur við kappingina.

- Vit hava verið ótrúliga væl nøgd við kappingina. Tað vísir seg, at sera nógv fólk hava tikið lut í hesi kappingini, tí túsundtals fólk hava sent kalendarar inn til okkum. Tí er eisini ótrúliga stuttligt at standa her og finna vinnararnar saman við høvuðsstuðlinum, Atlantic Airways.

Jan Müller frøddist eisini um, at tað ikki bert vóru partar av landinum, sum vóru umboði í kappingini.

- Tað mest stuttliga er, at har eru fólk úr øllum landinum, sum hava tikið lut. Vit hava fingið kalendarar inn frá Gjógv, Fámjin, Sandavági, Leirvík osv., og ikki bert úr ávísum støðum í landinum.

Jan heldur at enda, at føroyingum dáma slíkar kappingar, og m.a. tí er luttøkan so stór. Hann sigur eisini, at eitt blað sum

- Stóra luttøkan vísir heilt víst, at fólk í Føroyum dáma, at stig verður tikið til slíka kappingar. Tað er sjálvandi eisini hugaligt at vinna nakrar flogferðir frá Atlantsflog, sum sja´lvandi flýgur til nógv ymisk lond. Eg haldi eisini, at vit sum Miðlahús og blað hava til uppgávu at skipa fyri slíkum kappingum, tí hetta skal vera ein partur av gerandisdegnum hjá fólki.