Liðin eru 62 ár síðani teir hugvekandi dagarnar í 1946, tá ið føroyingar høvdu samtykt at geva løgtinginum og donsku stórnini tað ráð at frema loysing Føroya og Danmarkar millum. Júst á hesum degi skrivaði formaður Javnaðarfloksins P. M. Dam eina grein, har hann segði seg fúsan at fylga ráðum føroyinganna.
Meir og meir bendir á, at tað var eitt gott ráð, føroyingar góvu løgtingi og donsku stjórnini. Tann skipan, vit fingu í staðin fyri, gevur ikki okkum sum her búgva nóg góðar møguleikar fyri at bjóða tí uppvaksandi ættarliðinum so góð kor, at tey velja at seta búgv her hjá foreldrum og skyldfólki.
Hetta er størsta mál, sum stendur fyri framman hjá teimum, sum skulu stýra í hesum landi.
Eitt annað stórt mál er at fullfíggja okkara samferðslukervi við at binda oyggjarnar sunnanfyri saman við teimum norðaru oyggunum. Her er tað Suðurtunlarnir sum skulu til. Hetta er eitt stórt tak bæði tekniskt og fíggarligt. Tekniskt ber tað til. Fíggarliga orka vit eisini hetta. Halda vit uppat at hava bummgjald í verandi undirsjóvartunlum, fer tá at bera til at flyta arbeiðsmegi og fæfeingi um alt landið, og tað fer at vaksa um møguleikarnar hjá virkjum at standa seg í kappingini.
Hitt triðja stóra málið er at einskilja ta almennu jørðina í Føroyum. Í løtuni er henda jørð ein kleppur fyri tað almenna, men so títt og knapt hon verður einskild, kemur lív í. Við trygd í henni fer at bera til hjá eigarunum at reisa kapital. Teir kunnu sjálvir ráða fyri, á hvønn hátt hesin kapitalur verður nýttur. Teir sum duga hetta best, fara at seta í gongd virkir, sum kunnu geva landi okkara nýtt lív og uppvaksandi ættarliði okkara nýggja vón.
Nú er upp á tal at teir flokkar, sum sótu á tingi í 1946, skulu gera samgongu. Kunnu teir gera nakað fyri at loysa hesi trý vandamálini?
Ja, hví ikki tað?
Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin samtyktu tá at leita til Føroya fólk fyri at fáa ráð. Teir hava tí moralska skyldu til at fylgja tí ráði, fólkið gav. Hóast Fólkaflokkurin ikki greiddi atkvøðu fyri endaligu orðingini av lógini um fólkaatkvøðu, vildi hann eisini fáa fólksins ráð, og er tí eisini moralskt forpliktaður at fylgja hesum ráðum. Tað kemur ikki at standa á hjá hesum flokkum at fáa fulla undirtøku í tinginum fyri at seta hetta í verk.
Sama er um ta útbygging av samferðslukervi okkara, sum ber við sær at sjálvt Suðuroyggin kemur at vera minni enn tima í bili frá høvuðsstaðnum. Fyrsti politikari, sum førdi hetta alment fram, er ein av fremstu monnunum í hesi nýggju samgongu, og nógvir av teimum, sum halda hesum landsstýri uppi, eru mangan noyddir at sigla til hesar núverandi útoyggjar.
Men hvat við einskiljing av jørðini? Kann henda samgongan gera nakað við hetta málið, sum í meir enn 150 ár hevur ligið sum ein marra yvir øllum føroyskum politikki?
Her man lítið vera at ivast í hvat ið Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum viðvíkur. Teir eru borgaraligir flokkar og skilja hvønn týdning tað hevur at fleiri sleppa at vera við í kappingini við tað at tey fáa fíggjarligar møguleikar fyri at fáa sett virki á stovn. Men hvat við Javnaðarflokkinum?
Tað land, sum hevur klárað seg allarbest undir javnaðarleiðslu, er Singapore. Orsøkin er tann, at javnaðarmenninir har siga, at tað er umráðandi, at fólk eiga nakað av landinum, um tað so bert er ein eigaraíbúð. Fyri at halda landinum uppi er neyðugt at tey ungu vilja verja hús og heim, fólk og fæ. Tað lættir um í so máta, at tey eisini verja sítt egna. Hesin hugburður ger, at tey eisini royna at gera gagnligt arbeiði fyri fosturlandið á annan hátt, t.d. við at fáa virkir. Tað er hetta sum hevur gjørt, at meðan Singapore fyri 150 árum síðani hevði sama fólkatal sum Føroyar, so búgva nú fleiri fólk har enn í Danmørk.
Javnaðarflokkurin vil eisini, at tað skal gangast Føroyum væl, og tí eru góð útlit fyri, at hann fer at nýta fyrimyndina hjá floksfeløgum sínum í hesum fjara landi.
Um so er, at nýggja landsstýrið nýtir tað høvið, sum tað hevur fyri at geva landi okkara hesar nýggju møguleikar, so kunnu vit ikki annað enn fegnast um at flokkarnir finna saman.