Stór mótaframsýning á Skúlaheiminum

Leygdarkvøldið 4. november verður ein stór mótaframsýning við nýggjasta hár, make-up og klædnamótanum á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin í Havn

Ein stór mótaframsýning verður í kantinuni á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin leygarkvøldið 4. november.
 
Tað eru 3. árs frisørlærlingar á Teksniska Skúlanum í Tórshavn, sum skipa fyri tiltakinum, sum er til frama fyri eina nánsmferð hjá flokkinum til London í mars mánað.
 
Eisini verður powerpoint framløga við nýggjasta hármótanum frá London. Hárproduktini frá TIGI, sum verða sýnd fram, eru: S-factor, Bed Head og Catwalk. 
 
Handlarnir, sum sýna fram vera: Siri, Diva, Handilskjarnin (harradeildin), Júniik, Kjallarin, Eitems, Sirri, Touché, og Mótaskálin. Frásøgumaður verður Jákup Jacobsen.
 
Talan er um eitt rættuliga stórt tiltak, og tveir av fyrireikarunum, Kristin Bjørk og Ann L.Henriksen, frisørlærlingar, siga, at tær vænta nógv fólk. Atgongumerki á 50 krónur fáast við dyrnar.