Komandi leygardag verður ein rimmar mótasýning hildin á torginum í SMS, har 8 av handlunum í sølumiðstøðini luttaka.
Tað verður Barbara í Gongini, sum skipar fyri mótasýningini, og verður nýggjasti mótin til bæði kynini at síggja.
Eftir tí, sum vit hava frætt, so verður sjálv mótasýningin skipað eitt sindur øðrvísi enn tað vit higartil hava verið von við. Harumframt fara luttakandi handlarnir at hava opið aftan á mótasýningina, soleiðis at møguleiki er fyri at keypa nøkur av teimum pløggum, sum verða sýnd fram á cat-walkini.
Tiltakið er sett at byrja kl. 17, og eru teir 8 handlarnir, sum luttaka, hesir: Vero Moda, Hanus & Janus, Deres, Bindibúðin, Skálkur, Schan, Flykran og Klivin.