Leygardagin fara tey føroysku fakfeløgini at skipa fyri stórari mótmælisgongu í Havn fyri at mótmæla, at samgongan ætlar at skatta pensjónir við inngjald og at seta eina skipan við flatskatti í gildi.
Í hósdagin vórðu øll landsins fakfeløg boðað til fundar í Føroya Arbeiðarafelag at fyrireika eina stóra, felags mótmælisgongu at mótmæla ætlaða politikkinum hjá samgonguni.
Hóast sera vánaligt veður møttu eini 25-26 fakfeløg upp, men tað vóru fleiri, sum settist aftur fyri veður.
Fyribils er avtalað at skipa fyri stórari mótmælisgongu leygardagin, tað er 3. desember.
Í høvuðsheitum er mótmælisgongan bæði vend ímóti ætlanini at skatta pensjónirnar, so hvørt tær verða goldnar í pensjónsgrunnarnar og ímóti ætlanini at seta flatskatt í gildi.
- Hesi bæði hanga óloysiliga saman, tí skatturin av pensjónum við inngjald skal brúkast at fíggja skattalættan, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Næstu dagarnir skulu so brúkast at leggja til rættis.
Men Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, sigur, at ætlanin er at leggja mótmælisgonguna til rættis eftir ferðaætlanini hjá Smyrli, so at eisini suðuroyingar fáa høvi at vera við uttan at noyðast at gista í Havn.
Tað er ikki heilt av tilvild, tí Sonja Jógvansdóttir sigur, at nógvir suðuroyingar verða serliga hart raktir av hesum politisku ætlanunum hjá samgonguni.
- Summar kommunur í Suðuroy hava høgan kommunuskatt. Og flatskatturin førir við sær, at í kommunum við høgum skatti fara summi at rinda meiri í skatti.
Hetta merkir at mótmælistiltakið byrjar leygardagin klokkan 12 og tað passar eisini hampiliga væl hjá Sandoyingum.
Umframt fakfeløgini, eru eisini pensjónistafeløg og onkur politisk ungdómsfeløg við í átakinum.
Myndirnar eru av fundinum í Føroya Arbeiðarafelag, har fakfeløgini hittust at leggja mótmælisgonguna til rættis.