Á middegi byrjar tann stóra mótmælisgongan í sambandi við veðurlagsráðstevnuna í Keypmannahavn, men løgreglan væntar ikki trupulleikar. Roknað verður við, at umleið 50.000 fólk fara at taka lut í mótmælisgonguni, sum fer frá Ráðhúsplássinum á middegi og haðani teir seks kilometrarnar til Bella Centrið, har ráðstevnan er.
Talsmaðurin hjá løgregluni, Lars Borg, sigur við fjølmiðlarnar, at løgreglan hevur fyrireikað seg væl til mótmælisgonguna, men hann væntar, at mótmælistiltakið verður friðarligt.
Higartil hevur løgreglan í Keypmannahavn tikið umleið 75 fólk í sambandi við ymisk mótmælistiltøk, men næstan øll eru latin leys aftur. Tey flestu vóru útlendingar.