Stór minking í rúsdrekkanýtsluni í Grønlandi

Rúsdrekkanýtslan í Grønlandi er helvtina so lítil, sum hon var fyri 30 árum síðani

Grønlendingar innfluttu minni rúsdrekka í fjør samanborið við 2017. Grønlendski tíðindamiðilin Sermitsiaq skrivar, at í 2018 blivu 327.00 litrar av reinum alkoholi influtt og framleitt. Hetta er ein minking á 43.000 litrar í mun til árið fyri, sum svarar til 11,6 prosent. 

 

Samanborið við rúsdrekkanýtsluna fyri 30 árum síðani er nýtslan minkað við 54,7 prosentum - hetta svarar til 395.000 litrar. 

 

Tað er grønlendska hagstovan, Grønlands Statistik, sum hevur skrásett hesi tølini, sambært Sermitsiaq. Størsta minkingin sæst aftur í innflytingini av víni, og hetta er ein minking á 19,5 prosent. Minkingin á sterkum rúsdrekka er 11,7 prosent, meðan minkingin av øli er 9,4 prosent.