Stór myndarøð úr Leirvík

Í sambandi við, at Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, týsmorgunin setti spakan í til nýggjan veg í Leirvík, liggur nú stór myndafrásøgn á Portalinum. Feløgini, sum eru saman um verkætlanina at byggja nýggja vegin gjøgnum Leirvíksbygd, eru RTS Contractors og JHR Entreprenørar.

Í sáttmálanum, sum feløgini hava við Landsverk, er byggitíðin sett til 19 mánaðir.

Landsverk hevur bjóðað asfaltarbeiði út fyri seg, og tað verður HJ Asfalt, sum kemur at gera hendan partin av arbeiðnum.

Miðjað verður eftir, at serliga tann parturin av vegnum, sum liggur inni í bygdini í Leirvík, verður asfalteraður og hampaður so hvørt, sum nýggi vegurin verður bygdur.

Umráðandi er fyri feløgini, sum standa aftanfyri verkætlanina, at tey sár, sum koma, meðan arbeitt verður, eisini verða lappað aftur so hvørt.

Andrias Lamhauge, stjóri í RTS Contractors, sigur, at tað fyrsta, sum gjørt verður, er, at verjugarðurin við Kúlubakka, har spakin varð settur í, verður gjørdur nakað longri. Tað er har, sum vegurin kemur at liggja nærmastur sjóvarmálanum, at verjan skal betrast.

- Vegurin verður eisini lagdur gjøgnum verandi bátahyl, og tí skulu bátarnir flytast norður, har gamla ferjulegan er. Her verður so nýggi bátahylurin hjá leirvíkingum, sigur stjórin í RTS Contractors, Andrias Lamhauge.

Ein myndarøð á 24 myndir frá hátíðarløtuni, tá landsstýriskvinnan, Annika Olsen, týsdagin setti spakan í til hesa nógv umtalaðu vegagerð, liggur nú á Portalinum.