Tvey lið, sum vit ikki ordiliga kenna styrkina á, eru HB og 07 Vestur. Nógv er nýtt á liðnum hjá HB, meðan 07 Vestur hevur styrkt seg við spennandi spælarum. Tað er einki at siga til, at HB er favorittur undan dystinum, meðan 07 Vestur kann leggja seg aftur at spæla kontra. Sigfríður S. Clementsen, venjari hjá HB, væntar tó ikki, at talan verður um nakran lættan og vælspældan dyst.
- Tað er tíðliga í kappingini, tá er sjáldan talan um góðan poleraðan fótbólt. Mangan er tað liðið, sum vil tað mest, ið vinnur. Málini koma upp á feilir og deyðbóltar, so tað er týdningaarmikið hjá okkum, at verða til reiðar og vilja gera tað arbeiðið, sum skal til, sigur Sigfríður S. Clementsen.
Í HB er stórur spenningur um navnframi Martin Bergvold byrjar inni. Somuleiðis hevur málsøkni danin, Daniel “Elly” Pedersen sitið uttanfyri í eina tíð. Nógv bendir tó á, at teir spæla sunnudagin.
- Eg kann siga so mikið sum, at vit hava ikki tikið Martin Bergvold og Daniel “Elly” Pedersen inn fyri at sita á bonkinum, sigur Sigfríður S. Clementsen, eitt sindur gátuførur á málinum.
Liðið hjá HB er ikki væl samanspælt, so tað er hugsandi at tað verður torført at trilla 07 Vestur umkoll. Uppflytarnir hava sterkar spælarar á fremstu plássunum, har serliga navnframi Ken Fagerberg kann gera um seg.
Petur Reinert verður dómari í Gundadali. Dysturin byrjar klokkan.