Stór norðurlendsk ráðstevna um samkynd í Føroyum

Í summar verður Norðurlandahúsið karmur um stóra norðurlendska ráðstevnu í Føroyum um homoseksualitet. Stevnan, ið ber heitið ?Canaries in Coal Mines? ella ?Sum songfuglar í kolanámum? hevur millum annað sum endamál at upplýsa um og skapa rúm fyri samkyndum í Føroyum.

Marjun Dalsgaard
?????
Í summar fer fyrsta norðurlendska ráðstevnan í Føroyum um samkynd av bakkastokki við skrúðgongu í havnargøtum, filmum og fyrilestrum. ANSO, norðurlendski felagsskapurin fyir lesandi samkynd skipar fyri ráðstevnuni ?Canaries in Coal Mines? ella ?Sum songfuglar í kolanámum? frá 21. til 28. august 2005.
Í sambandi við ráðstevnuna koma umleið 40 lesandi úr Finlandi, Grønlandi, Danmark, Íslandi, Svøríki og Noregi. Fleiri altjóða viðurkendir granskarir eru bodnir við at halda fyrilestrar um teirra gransking um eitt nú livikor hjá samkyndum í smáum samfeløgum. Millum tey, ið hava sagt ja til innbjóðingina er sviin og søgufrøðingurin, Jens Ryderstrøm og eitt tað stórsta navni innan kynsgransking, Judith Halberstam úr USA. Harumframt er íslendska Sigrún Sveinbjörnsdóttir boðin at tosa um sína gransking um homoseksualitet sum orsøk til sjálvmorð í Íslandi. David Megathlin úr USA hevur sjálvur sett seg í samband við ANSO um at luttaka og kemur sostatt at tosa um sínar kanningar har hann samanber, hvussu kynsligi samleikin ávirkar fólk sosialt og á heilsuna í Íslandi, Finlandi og USA. Politikarir frá øllum norðurlondum verða somuleiðis bodnir við á ráðstevnuna.
Styrkja veikasta liðið
ANSO virkar fyri at skapa samstarv millum norðurlendsk sam-, bi-, og transkynd, og at virka fyri upplýsing um livikorini hjá hesum minniluta í norðurlondum við serligum atliti til viðurskiftini í smáum samfeløgum. Felagið varð stovnað í november 2004 og hevur formligan bústað í Mykinesi. At fyrsta stóra ráðstevnan, sum felagsskapurin tekur stig til verður í Føroyum hongur millum annað saman við, at her eru viðurskiftini ringast fyri samkynd, sigur Manijeh Elsa Modi, ið er føroyskt umboð og næstformaður í ANSO.
- Vit fara eftir at hjálpa og stuðla veikasta liðinum í ketuni fyrst og styrkja tað. Føroyar er einasta landi, ið ikki loyvir skrásettum parlagi, eins og homoseksualitetur av fleiri røddum verður skýrdur sum nakað skeivt og syndafult. Tískil fyllir Føroyar nógv í ANSO, sigur hon og leggur aftrat, at tað ikki eru so nógv, ið persónliga hava ilt av samkyndum. Tað er heldur ein politisk mótstøða, men tey, sum standa fyri tí, eru sera sjónlig. Mótstøðan millum føroyingar kann tí tykjast størri, enn hon veruliga er.
Partvíst almenn
Ráðstevnan er partvíst opin fyri almenninginum og byrjar við almennum filmsdegi í Norðurlandahúsinum filmar sum ?Beautiful Thing? og ?Du ska nog se att det går över? verða sýndir fyri lesandi. Aftaná er høvi at tosa við limirnar um at vera samkyndur. Eisini verða ?En kort, en lang? og ?Ma vie en Rose? sýndir.
Um kvøldið verða fyrilestrar ætlaðir almenninginum, og um dagin evnisdagar um heilsu og almannamál, átrúnaðarmál og samkynd í smáum samfeløgum. Til evnisdagarnar verða fyrilestrar og kjak, og leiðarir og politikarir innanfyri hesi økir í Føroyum verða boðin við.
Við at halda ráðstevnuna í Føroyum, vóna fyriskiparirnir at koma eitt stig nærri einum opinleika um samkynd, ið kann elva til størri forstáilsi og rúmligheit í samfelagnum
Flytifuglar
Í dag búgva nógv av teimum, sum hava verið virkin í føroyska felagnum fyri samkynd, Friðarboganum í Danmark, og tað hevur tískil verið eitt hálvár við minni virksemi í felagnum í Føroyum, og limir niðrifrá hjálpa tískil til við at fyriskipa ráðstevnuna. Hetta, at nógv samkynd flyta av landinum er eitt tekin um, at tað ikki er lætt at vera samkyndur í Føroyum, og heitið á ráðstevnuni sipar til júst hendan trupulleikan.
Hóast hvalbingar í okkara døgum hava brúkt oljulampur fyri at meta um, hvussu nógv gass er í náminum, sipar heitið ?Canaries in Coal Mines? til gamla siðin at hava kanariufuglar í kolanámum, sum eitt slag av barometri fyri, hvussu sunn luftin var. Tagnaðu songfuglarnir innast í náminum, var tíð at sleppa sær út. Á sama hátt eru lesandi samkynd eitt barometur fyri, hvussu rúmligt eitt samfelag er, sigur Manijeh.
- Lesandi eru ikki so bundin, og er ikki verandi, tí ein er samkyndur, er lættari at flyta av landinum. Tú kanst meta um rúmligheitina í einum samfelagi, við at hyggja eftir, hvussu nógv ung, ið eru sam-, bi- ella transkynd eru í samfelagnum, sigur hon.
Pride í havnargøtum
Í sambandi við ráðstevnuna um samkynd, verður eisini ?Pride? í Havnini. Síðan 1968 hevur tað verið siður ymsa staðni at gera eina afturvendandi árliga paradu fyri sam-, bi- og transkynd, fyri at vísa umheiminum, at samkynd eru ein partur av samfelagnum. Nógv, ið luttaka, gera tað fyri at vísa stuðul ? vísa hvørji tey eru, og at tey eru stolt av tí ? av tí sama navnið Pride.
- Tað botnar sjálvsagt í, at mann ikki hevur verið so stoltur av tí fyrr. Til Pride nýta familja, kenningar, vinir og starvsfelagir eisini høvi at vísa, at tey stuðla teimum samkyndu, sigur Manijeh. Til hesa Pride-gonguna í Havn verða ommur heiðursgestir, greiður hon víðari frá.
- Øll eru vælkomin, systkin, abbar, mammur, pápar, vinfólk, systkinabørn, arbeiðisfelagir og allir stuðlar sum heild, men ommurnar eru heiðursgestir. Tær nýtast ikki vera ommur at samkyndum - allar ommur eru heiðursgestir, sigur Manijeh. Orsøkin er, at sera nógv uppliva, at ommur hava eitt serliga opið og fordómsfrítt hjarta, har er rúm fyri øllum. Haraftrat hava ommur sera stóra virðing í tí føroyska samfelagnum.
Afturvendandi tiltak
Í býunum rundanum okkum, so sum Keypmannahavn og Reykjavík er Pride vorðið eitt stórt afturvendandi tiltak. Í Íslandi er tiltakið sera vælumtókt, og umleið 20 prosent av íbúgvunum luttaka. Í 2004 luttóku yvir 40.000 fólk. Iceland Pride verður somuleiðis á nógvum íslendskum heimasíðum innan ferðavinnuna brúkt til at lokka ferðafólk við.
Copenhagen Pride hevur verið hvørt ár síðan 1996. Í fjør luttóku umleið 700 í sjálvari paraduni, og eini 40.000 áskoðarar vóru. Býráðið í Keypmannahavn stuðlaði í 2003 Copenhagen Pride við 100.000 krónum, og tað var í sambandi við Copenhagen Pride 2004, at Anders Fogh Rasmussen fekk ársins laks frá Landsforeningen for Bøsser og Lesbiske. Laksurin, ið er eyðkendur við, at hann svimur ímóti streyminum, verður givin einum persóni, ið ger nakað serligt til frama fyri viðurskiftini hjá samkyndum. Fogh fekk herðaklappið fyri at siga í fjølmiðlunum, at hann sum privat-persónur heldur, at samkynd eiga at hava møguleika fyri at giftast í kirkju.




Nevndin í ANSO. Uttast til vinstru forkvinnan, íslendska, Ásta Ósk Hlöðversdóttir, fremst til vinstru kassameistari Maren Fich Grenlien úr Danmark. Við liðina á henni næstforkvinnan, føroyska Manijeh Elsa Modi, Linda Vapalahti úr Finlandi, Hallvard Øren úr Noregi og Petter Hansson úr Svøríki