Hondbóltur
Norðurlendsku liðini stóðu seg væl, nú undankappingarbólkarnir í EM kappingini í manshondbólti vórðu leiktir. Finnland, sum var í okkara bólki, endaði ovast, eftir at teir eisini megnaðu at vinna seinna dystin á Ísrael, sum annars varð mett sum favorittur at vinna dystin.
Kanska hevði tað nakað at siga í so máta, at Ísrael av politiskum ávum mátti spæla allar dystirnar á útvølli, men tað mundu finnlendingarnir leggaj vertin á, tá avgerandi dystirnir stóðu á skránni.
Eisini Noreg megnaði at vinna sín bólk í kappingini. Kappingin her var fyrst og fremst við Hvítarussland, sum eisini var á odda í bólkinum fram til næst seinasta umfarið. Her gjørdi Noreg tó greitt, tá teir vunnu báðar innanhýsis dystirnar sannførandi.
Og frá einum føroyskum sjónarhornið er kanska eisini stuttligt at staðfesta, at tølini tala fyri seg, tá metast skal um, hvussu sterkur bólkurin hjá Føroyum var við seinastu undankapping. Her vóru mótstøðuliðini Rumenia, Litava og Sveis, og tey bæði seinast nevndu vunnu sínar bólkar hesaferð. Hartil megnaði Rumenia í sínum bólki at basa oddaliðnum úr Noreg, men í samlaðu støðuni var hetta tó langt ífrá nóg mikið.