DÁLKING
Ein stór oljudálking er funnin á Nólsoyarfirði.
Mikudagin um middagsleiti fekk sjóbjargingarstøðin hjá MRCC fráboðan um, at eitt stórt øki á fjørðinum varð dálkað. Talan er um tjúkka svarta olju, helst smyrjiolju, sum hevði ein sterkan lukt. Aftur hósdagin sást olja við Hoyvíkina, og leiðarin á MRCC-støðini roknar við, at talan er um eina og somu dálkingarkeldu.
? Vit vóru úti við tyrluni mikudagin og kannaðu, men eg dugi ikki at siga, hvussu nógvir litrar talan man vera um. Tað sá rættiliga umfatandi út, men vit máttu gevast, tí myrkrið kom á okkum, so tað er ilt at siga. Nú fara við útaftur við tyrluni at hyggja nærri eftir, segði Djóni Weihe, tá Sosialurin tosaði við hann fyrrapartin hósdagin.
Tær fyrstu rannsóknirnar vístu, at tað er dálkað millum Stong og Eystnes, norðureftir ímóti Tangafirði og nakað suður í fjørðin. MRCC-støðin hevur eisini fingið fráboðan um, at olja er sædd longri suðuri, so tað er greitt, at talan er um eitt stórt øki.
Hvør oljukeldan er, hevur Djóni Weihe onki boð uppá. Enn hevur ongin meldað seg.
Fleiri russisk skip liggja á Redini, so tað kundi verið eitt av teimum, men tað kunnu eins væl vera onnur skip, tí nógv skip sigla ígjøgnum Nólsoyarfjørð hvønn dag.
Í fyrstu atløgu roknaði Djóni Weihe við, at oljan fór at reka suðureftir til havs við sjóvarfallinum, men tá olja aftur varð funnin hósdagin við Hoyvíkina, helt hann, at tað kundi gerast neyðugt við eini bjargingarætlan.
? Tann heilt tunna filmin verður onki gjørt við, men tá talan er um svarta olju, ið rýkur illa og fevnir um eitt stórt øki, so kann tað gerast neyðugt at fáa oljuna upp, og tað ber til, sigur Djóni Weihe.
MRCC-støðin hevur havgangandi útgerð, sum kann takast í nýtslu, men tað tekur tíð at rigga hana til. Skip skal fáast inn, útgerðin skal fáast á keiina, hon skal lossast umborð, og síðan skal hon setast út á havinum. Tvey skip skulu til, tí eitt má vera í hvørjum enda.
Tað ganga sostatt nakrir tímar, áðrenn útgerðin er á staðnum, og tí kann tað vera trupult hesa árstíðina, tá tað er ljóst so stutt. Áðrenn blaðið fór til prentingar vistu vit tó ikki, um tað var neyðugt at gera nakað.