Leygardagin varð ein rót upp á 3,41 kg tikin upp í Sandavági
Hendan rótin varð tikin upp í einum garði í Sandavági leygardagin 2004. Hon vigaði, tá bløðkurnar vóru skornar av, 2,410 gram ella 2,41 kg. Bløðkurnar vigaðu 1,- kg, so samanlagt vigaði plantan 3,41 kg.
Sjey aðrar røtur vórðu tiknar upp hendan dagin. Tann minsta vigaði 400 gr. og tann størsta av restini vigaði 1,8 kg. Har vigaðu bløðkurnar 0,8 kg.
Alt í alt vigaðu hesar átta røturnar, 8,62 kg óflustar, men uttan bløðkur. Flustar vigaðu tær 8,2 kg.
Rótin er avmyndað saman við einum kvinnuhondbólti. Dystarbólti hjá 1. deild.