Stór rokning til Sambandsflokkin

Sambandsflokkurin skal rinda Sansir 169.400 krónur fyri arbeiði, sum lýsingafyritøkan gjørdi fyri flokkin til seinasta løgtings- og fólkatingaval, umframt rentur og sakarmálskostnað.

Málið snýr seg í stuttum um eina ósemju millum Sambandsflokkin og Sansir, har hvørgan parturin vildi slaka. Upprunaliga fekk Sambandsflokkurin eitt tilboð frá Sansir um ein faldara, sum skal prentast í 20.000 eintøkum, men av tí at roknað verður við, at bæði fólkatingsval og løgtingsval verða innan fyri eitt stutt tíðarskeið, fær flokkurin eitt nýtt tilboð upp á tvær ferðir 20.000 eintøk, har bert ein litur skal skiftast. Treytin er tó, at báðir faldararnir verða prentaðir í senn.
Men til fólkatingsvalið 13. november 2007 var ikki alt tilfarið klárt til báðar faldararnar við tí úrsliti, at teir ikki vóru prentaðir í senn. Sambandsflokkurin helt seg kortini til upprunaliga tilboðið á 174.530 krónur uttan MVG, meðan Sansir metti, at tá treytirnar ikki vórðu hildnar í upprunaliga tilboðnum, var tað fallið burtur.
Sansir sendi rokning fyri fyrra faldaran á 158.525 uttan MVG, sum Sambandsflokkurin rindaði. Men undan prentingina av næsta faldaranum var ein fundur heima hjá løgmanni, har partarnir hava heilt ymiskar fatanir av tí, sum fór fram. Tí meðan stjórin í Sansir, Lena L. Mohr, sigur, at hon á tí fundinum gav eitt nýtt tilboð at gera seinna faldaran, siga Sambandsmenninir, Kaj Leo Johannesen, løgmaður, Johan Dahl, landsstýrismaður og Helgi Abrahamsen, tingmaður, at teir alla tíðina hildu seg tosa um uppruna tilboðið.

Gav Sansir rætt
Eftir situr so Sansir við tveimum ógoldnum rokningum á ávikavist 152.000 krónum og 17.400 krónum, sum Sambandsflokkurin ikki vil gjalda.
Flokkurin heldur upp á, at samlaða tilboðið er 174.530 krónur, og at treytin í tilboðnum var, at alt uttan tann eini liturin skuldi prentast í senn, meðan tann seinasta plátan kundi prentast seinni.
Men dómarin metti, at Sansir hevði grein í sínum pástandi, og dømdi harvið tann vegin.
Í rættinum heitti dómarin tó á partarnar um at royna semju. Hann kom enntá við einum semingsuppskoti, sum í stóran mun gekk út upp á, at Sansir eftirgav nakað av kravinum. Tí var tað eitt sindur óvæntað, nú dómurin kom, at Sansir fult og heilt varð gingið á møti í sínum krøvum.
Rætturin leggur sum grund, at tað var av avgerandi týdningi, at báðir faldararnir vórðu prentaðir samstundis, at innihaldið í báðum faldarunum skuldi vera tað sama, burtursæð frá svarta tekstinum á umslagnum. Hesar treytir vórðu ikki uppfyltar, og tískil var Sansir ikki longur heft av givna tilboðnum.
Dómurin gjørdist sostatt soljóðandi:
»Saksøkti, Sambandsflokkurin, skal innan 14 dagar til saksøkjara, P/F Sansir, rinda 169.400 krónur við rentu 1,5% fyri hvønn byrjaða mánað av 17.400 krónum frá 15. januar 2008 og av 152.000 krónum frá 15. mars 2008.
Innan somu freist skal saksøkti rinda 30.000 krónur í sakarmálskostnaði til saksøkjaran«.