Stór sendirøð takast upp í Føroyum - byrja í næsta mánað

Um eitt ár verður hon stroyma á Viaplay

Tað verður longu í næsta mánað, at farið verður undir upptøkurnar til stóru sendirøðina, Trom, sum er bygt á krimibøkurnar hjá Jógvani Isaksen um Hannis Martinsson.

Hesa ferð kemur hann til Føroya at kanna eitt mál, har ung kvinna er horvin. Kvinnan hevur frammanundan lagt eini boð á telefonsvararan hjá honum, har hon sigur, at hon er dóttir hansara og stúrir fyri lívinum. Unga kvinnan verður funnin í sambandi við eitt grindadráp, men so er arbeiðið eftir at fáa greiði á, hvat er hent.

Jón Hammer, sum stendur fyri verkætlanini sigur við tíðindini á FM1, at tey hava funnið fleiri støð í Føroyum, har tey skulu taka upp, men enn eru øll plássini ikki funnin.

https://www.in.fo/news-detail/news/hesin-skal-spaela-hannis-martinsson/Les eisini: Hesin skal spæla Hannis Martinsson

Tað vera bæði føroyskir og danskir sjónleikarar við. Høvuðsleiklutin hevur altjóða kendi sjónleikarin, Ulrich Thomsen, men eisini okkara fremsti sjónleikari, Olaf Johannesen, hevur eisini ein av stóru leiklutunum.

Ætlanin er at gera arbeiðið liðugt í ár, so at hon verður klár at stroyma næsta ár.  Sum vit hava skrivað, er hetta ein sendirøð til Viaplay,   

Jón Hammer sigur, at sjónleikarar tosa sítt móðurmál í filminum. Trýst annars á pílin undir myndini og hoyr hann greiða frá verkætlanini