Stór skúlakonsert í Vági

Sunnudagin klokkan 16 verður stór skúlakonsert í skúlanum í Vági, eftir at tónleikanæmingar og tónleikarar hava havt messingstevnu alt vikuskiftið í Vági. Næmingar úr 8. flokki hava júst fingið ljóðføri innan ásláttur hesa vikuna og taka longu lut í stóru framførsluni

Rættuligur blástur er komin í seglini hjá Musikkskúlanum í Vági. Ulf Nordlund, tónaleikalærari, hevur farnu mánaðirnar savnað eitt orkestur við børnum, ið leika á ymisk horn. Undirvísingarhátturin er serstakur og gevandi og fyrstu næmingarnir verða valdir út við eini roynd, og síðani koma onnur uppí. Og úrslitini síggjast sera skjótt.
                      Stórbandið er nú vorðið størri, tí næmingar úr 8. flokkunum eru nú komnir við og leika á ymisk ljóðføri innan ásláttur, slagverk. Eisini her sæst, at tað gongur skjótt framá í undirvísingini, tí hesir næmingar eu júst byrjaðir og hava fingið ljoðførini hesa vikuna, men longu taka teir lut í stóra konserttiltakinum.
                      Messingstevnan er leygardagin 28. og sunnudagin 29. februar og vant verður báðar dagarnar og so er stór konsert sunnudagin klokkan 16 í Vágs Skúla.
                      Luttakandi á stevnuni eru Tvøroyrar Hornorkestur, SuðurættinSekstetten og Skúlaorkestrið í Vági. Soleiðis verður brúgv eisini bygd um ættarliðsgjónna, tí ung og eldri leikarar venja saman um vikuskiftið.                      Øll eru vælkomin á konsertina í fimleikarhøllini í Vágs Skúla sunnudagin klokkan 16;00.