Stór stevna er útsett

Atlantic Fair er útsett frá 2021 til 2022

Altjóða maritima messan Atlantic Fair 2021, sum skuldi vera í mai, er útsett og verður í staðin í mai 2022.

Tað skrivar Norðlýsið.

Annaðhvørt ár hevur Atlantic Fair verið hildið í Klaksvík, men við tí stóru óvissuni, sum er í løtuni í sambandi við koronasmittuna, hava fyrireikararnir avgjørt at útseta messuna í eitt ár til í 2022.

Undirtøkan hevur annars verið góð fyri stevnuni, og umleið 90% av messuøkinum var umbiðið, áðrenn korona av álvara gjørdi um seg kring heimin.

Áki í Skemmuni, sum stendur fyri messuni, sigur, við Norðlýsið, at tað er altavgerandi, at framsýnarar og vitjandi kenna seg í einum tryggum umhvørvi, og at messan ikki er við til at spjaða smittuna í Føroyum.