Stór stuð­uls­kon­sert ­í Vest­ur­kirkj­uni

Hóskvøldið 13. des­em­ber kl 19.00 verður stór stuð­uls­kon­sert til frama fyri Í menn­iskj­um góð­ur tokki.

Tað hava verið ein røð av tiltøkum kring landið og í høv­uðs­stað­num til frama fyri átakið.

Stu­ð­uls­kon­sert­in í Vest­ur­kirkj­uni er mill­um sein­astu til­tøk­ini í ár og tað sær út til at folk kunnu gleða seg.

Evi Tau­sen, sum hevur fyri­skip­að kon­sert­ina hev­ur sett sam­an eina spen­nandi skrá, har okk­ara all­ar­bestu country­tón­­leik­­ar­ar taka lut sam­an við Vest­manna Kirkju­kór­ið.

Tey lut­tak­andi eru Hall­ur Joensen, Evi Tausen, Krist­ina Bær­ends­en og Vest­manna Kirkj­u­kór

Savn­að verður inn til á­tak­ið Í menniskjum góð­ur tokki meðan kon­sert­in er. Alt sum kem­ur inn verður ó­skert býtt til tær fam­ilj­ur sum hava tørv á jólahjálp.

Fleiri enn 450 fam­ilj­ur bíða í hesum døg­um eftir jóla­hjálp og á kon­sert­ini verð­ur møguligt at rætta teimum eina hjálp­andi hond.