? Stór tøk at taka komandi árini

- Sanniliga eru stór tøk at taka í komandi árum. At rudda mannamunirnar burtur millum ymisku bólkarnar og fremja demokratiið á arbeiðsmarknaðinum, at brynja arbeiðsfólkið til komandi avbjóðingarnar frá tøkniligu menningini og støðugt øktum førleikakrøvum, at styrkja og víðka samstarvið í arbeiðararørsluni, og saman við politiskum hugsjónarligum lagsfeløgum seta nýggj mál fyri samhaldsfasta vælferð og lívs-frælsi segði Hans Pauli Strøm, fyrrv. Tingmaður m.a. í 1. mairøðu síni á Strondum. Vit prenta røðuna

Farna 20. øld var tíðarskeiðið, har arbeiðararørslan í einum longum tolnum stríðið kollvelti ta kúgandi borgarligu samfelagsskipanina, verkafólkið vann síni fullu rættindi á øllum økjum og vælferðarsamfelagið varð grundað. Sum eina samanfating av hesi veldugu umbroytingini hevur gitni norski sosialisturin og fyrrv. ráðharrin Reiulf Steen hesa myndina, at nú stendur arbeiðsmaðurin ikki longur undirbrotliga og bíðar við húgvuni í hond-ini, tolin og takksamur fyri teir náðismolar ið fella honum í lut - nei, nú kann hann krevja at máta seg við tann mætasta og sum samfelagsborgari er hann líkamaður við tann besta, eisini til at stýra ríkjum og londum.
Er so stríðið lokið, nú vit eru farin inn í 21. øld ? Nógv verður róð uppundir at fakrørslan hevur mist sín týdning, at hon hevur útspælt sína rollu, at hennara uppgávur kann hvør einstakur nú sjálvur greiða nógv betur sína egnu vegna.
Men nei, tað er ikki so, tað hoyra vit nú heilt óvæntað frá kapitalismunnar hægsta stað. Sjálvur Heimsbankin, kapitalism-unnar pávastólur, hevur umsíðir boygt seg fyri tí veruleika, at fakrørslan er ein týdningarmikil skipan í øllum samfeløgum, at ein sterk fakførsla er til frama bæði fyri fólkið og fyri vinnuna, hon ger at arbeiðsviðurskiftini eru góð, arbeiðsmegin støðug, við góðum vinnuførleika, lønirnar eru hægri, og dygdin í framleiðsluni og produktiviteturin eru størri.
Men føroyska borgaraskapið sigur: Á nei, tað er ongin grund til at partarnar stríðast longur móti hvørjum í hesum landinum, her er alt sum tað skal vera, siga tey... "Á nei-tú, her eru vit allir líka-tú"! Men er tað nú rætt ? Kári P. ger gjøldur burtur úr hesum pástandinum í vísu sínu, Góðborgarashuffle, har borgaraskapið kvøður :

Hjá oss er ongin munur millum høg og lág,
tí ein og hvør sum tímir kann jú stilla seg á tá,
og byrðarnar bera, meðan vit fram marsjera,
so hugagóð & eygagóð & hjartagóð...

Nei-tú, siga vit afturímóti, í hesum landi er tíverri enn so, at mannamunur verður gjørdur. Og tað er serliga tann tímalønti parturin av okkara verkafólki, sum saknar sjálvsøgd rættindi, um vit samanbera við verkafólkið í framkomnu grannalondum okkara, men eisini um vit samanbera við teir fastløntu løntakararnar í okkara egna landi. Tað eru ikki ov nógv sagt at vit í Føroyum hava ein arbeiðsmarknað í tvíningum, har himmalvíður munur er á umstøðunum: ein fyri fólkið í framleiðsluvinnunum, tey tímaløntu, ikki bara ófaklærd men eisini handverkarar og fiskimenn við, og so hini, tey fastløntu, starvsfólkini í privatum og almennum tænastum.
Tað er ein hópur av málum sum skulu fremjast fyri fyri at vinna á hesum mannamuni á arbeiðsmarknaðinum. Eg skal nevna nøkur fá:
Eitt er sjúkadagpengarnir hjá teim tímaløntu, har dagpengaupphæddin bert er upp til 80% av eini ófaklærdari arbeiðaraløn. Mótvegis hesum eiga fastlønt starvsfólk og tænastumenn rætt til fulla og óskerda løn undir sjúku ? uttan mun til hvussu høg løn teirra er. Hesin mannamunurin má burtur so eisini tímalønt fáa fult endurgjald fyri sjúku.
Næsta er kravið um at vera heima táið børn eru sjúk. Tænastumenn, starvsfólk og onnur fastlønt kunnu vera heima hjá sjúkum barni við fullari løn í upp til 10 dagar um árið, og eru tað fleiri børn undir 10 ár, so upp til 20 dagar. Dugi ikki at síggja hví tímaløntu ikki skulu eiga somu rættindi.
Triðja er uppsagnarfreistir: Allir aðrir løntakarar uttan tímalønt hava uppsagnarfreistir, úr einum upp í 6 mánaðir og enntá meir í serligum førum. Men tímalønt hava onga uppsagnarfreist. Tey noyðast at fara úr arbeiðinum í somu løtu tey verða uppsøgd og tey missa lønina samstundis.
Fjórða er setanarviðurskiftini: Allir aðrir løntakarar uttan tímalønt hava rætt til eitt setanarskriv, har upplýst verður um sáttmálan, fakfelagið, lønarviðurskiftini, um arbeiðið, arbeiðstíðina, frítíðina o. m. a. - Men hjá tímaløntum hava arbeiðsgevararnir ikki skyldu at upplýsa teimum um nakað sum helst av hesum.
Fimta er endurgjaldið fyri arbeiðsloysi, sum í mesta bert kann vera 70% av eini arbeiðaraløn. So lágt endurgjald er til størsta meinboga fyri láglønt og tey sum ikki sita í føstum starvi.
Sætta er hetta álvarsmálið fyri alla fakrørsluna, at landsmyndugleikarnir mugu gevast við at brúka fútarættin sum arbeiðsrætt ímóti fakfeløgunum. Tí er neyðugt at fakrørslan streingir á at fáa eina nýggja semingslóg, sum verjir verkfalsrættin og setir reglur fyri ein fastan gerðarrætt, har trætur millum arbeiðsgevarar og løntakarafeløgini kunnu viðgerast.
Tað sjeynda og seinasta eg vil nevna er tørvurin á arbeiðsmarknaðarútbúgvingum:
Vit vita at ein tann størsta avbjóðingin í 21. øld verður tann áhaldandi automatiseringin av framleiðslutólunum og arbeiðsgongdunum. Vit vita eisini at hetta fer at ganga harðast út yvir øll tey handaligu arbeiðini, bæði ófaklærdu og faklærdu, so at arbeiðsplássini fara at fækka og arbeiðsfólkið verður trokað út í arbeiðsloysi, um tey ikki evna at taka seg yvir í aðrar og nýggjar vinnur. Tí er hetta tann allarstørsta uppgávan hjá fakrørsluni í dag, at vinna arbeiðsfólkinum møguleikar fyri at betra og hækka sín vinnuførleika, við skeiðs- og útbúgvingartilboðum. Nú hava vit frætt tey góðu tíðindi, at Mentamálaráðið arbeiðir við eini skeiðsskipan fyri arbeiðsmarknaðin. Men so vítt eg havi skilt, so verður tað framvegis upp til arbeiðsgevaran einaráðandi at avgera um arbeiðsfólkið kann taka av slíkum skeiðstilboðum, tí hann skal í hvørjum einstøkum føri gjalda kostnaðin. Tað verður altso upp til arbeiðsgevarans náði um ein kann fáa lut í hesum útbúgvingartilboði. Tað er als ikki gott nokk. Rættari hevði verið, at tað verður tikið ávíst gjald av øllum útgoldnum lønum og sett í ein útbúgvingargrunn. Seta vit t.d., at bæði løntakarin og arbeiðsgevarin gjalda 0,25% av útgoldnu lønini ? hetta er tað sama vit gjalda til barnsburðargrunnin ? so fáa vit ein so sterkan útbúgvingargrunn, at hann á hvørjum ári kann gjalda heili 8.000 løntakarum dagpengar fyri at verða á skeiði í eina heila viku. Hetta hevði verið nakað sum fakfeløgini áttu at tikið upp.
Nøkur stór framstig eru vunnin seinnu árini, men longu nú sæst at okkara borgarliga landsstýri roynir at draga innaftur. Hugsi um barnsburðargrunnin, har útrokningar-grundarlagið fyri útgjaldið nú við lóg er gjørt munandi verri, so tað serliga er til ógagns fyri tey sum frammanundan eru ringast fyri við lágløntum og ójøvnum arbeiði.
Og hugsi um sjúkadagpengaskipanini, sum nú verður broytt soleiðis at tað almenna ikki longur vil gjalda fyri fyrsta sjúkadagin, men blakar ábyrgdina frá sær yvir á arbeiðsmarknaðin. Har skulu partarnir so berjast um fíggingina av fyrsta sjúkadegnum.
Hetta er eitt týðiligt mynstur vit síggja í dagsins politikki. Tað er hesin øvugti ábyrgdarpolitikkurin, sum gongur út uppá at landsins myndugleikar blaka ábyrgd frá sær, frá tí samhaldsfasta felagsskapinum, tí almenna, yvir á einstaklingarnar, yvir á brúkararnar, yvir á partarnar á arbeiðsmarknaðinum, yvir á kommunurnar osv. Alt fyri at skera niður á fíggjarlógini, so hall ikki skal standast av tí sokallaða fullveldisbúskapinum. Vit hava nógv dømi um hetta seinastu tíðina, t.d. nevnda gjaldið fyri fyrsta sjúkadagin, ætlaninar um sjálvfíggjaða eftirlønar- ella pensjóns-uppsparing, og fyri ikki at tala um eldraøkið og fólkaskúlan, har landsstýrið arbeiðir við ítøkiligum ætlanum um at sleppa sær av við ábyrgdina av hesum veldugu og ómetaliga týdningarmiklu samfelagsøkjunum. Skuldi tann vanlagna hent at teir fáa eydnuna við sær í hesum ørskapi, so verður stórur klassamunur á umstøðunum hjá børnum, gomlum og skattgjaldarunum, alt eftir teim ymisku inntøkuviðurskiftunum í kommununum, har tey búgva.
Góðu fundarfólk
Mourentius Viðstein yrkti hesi orðini fyri nógvum árum síðani:

Og minnast vit sólina, tá ið hon hvarv
og glæmu um fjallatind setti,
hon lýsti sín frið á hitt harðvunna starv,
ið føroyingar fingu frá fedrum í arv,
tað gav vón - mangur kroykin sær fetti.
Teir garpar her stríddust í síðstlidnu øld,
í aldanna hav rann burtur,
teir tóku tey tøk, og teir reistu tey tjøld
og eldkveiktu sál, ið var stirvin og køld,
tí her nú vaksa blómur og urtir.

Nú er hetta yrkt í kallkyni í tátíðar hugburði, men eg taki hetta vakra ørindi fram fyri at koma við einum hjartasuffi: Táið talan er um hesi, sum eru gingin undan okkum, tey sum nú eru gomul, og tey sum fara at gerast gomul: lat okkum aldrin góðtaka hesar ræðumyndirnar um tað komandi eldrabylgjuna, um øll tey gomlu sum vit ikki fara at orka at bera fíggjarligu byrðarnar av í framtíðini....Lat okkum standa við samhaldsfestið eisini millum ættarliðini, millum tey ungu, tey sum eru í góðum og arbeiðsførum árum, og so tey gomlu sum bóru okkum fram til ta vælferð, vit nú njóta gleði av.
Sameining og samanhald er leiðin fram í arbeiðararørsluni ? tí er tað so ómetaliga gleðiligt, at nú er vilji til at vinna á spjaðingini, so at arbeiðafeløgini hesaferð gingu saman til sáttmálasamráðingar. Lat okkum heilsa hesum samstarvi, ið júst í hesum døgum skal standa sína roynd, við vónríku orðunum hjá íslendska skaldinum Haldór Laxness. Soleiðis tekur hann til í yrking síni Maistjarnan. Tað er kvøldið fyri 1. mai, ið "lýkur", tvs ger enda á vetri "sérhvers", tvs. einhvønns verkamans. Við "fána" skilst flaggið.

En í kvøld lýkur vetri
sérhvers vinnandi manns,
og á morgun skín maísól,
það er maísólin hans,
það er maísólin okkar,
Okkar einingarbands,
Fyrir þér ber ég fána
þessa framtíðarlands.

Sanniliga eru stór tøk at taka í komandi árum. At rudda mannamunirnar burtur millum ymisku bólkarnar og fremja demokratiið á arbeiðsmarknaðinum, at brynja arbeiðsfólkið til komandi avbjóðingarnar frá tøkniligu menningini og støðugt øktum førleikakrøvum, at styrkja og víðka samstarvið í arbeiðararørsluni, og saman við politiskum hugsjónarligum lagsfeløgum seta nýggj mál fyri samhaldsfasta vælferð og lívsfrælsi.
Við bestu ynskjum ein góðan 1. mai og góða eydnu í samráðingunum.