Stór útskifting

Tað var greitt fyri aðalfundin í Róðrarsambandi Føroya, at stór útskifting fór at vera.

Aðalfundur var í Róðrarsambandi Føroya (RSF) 23. apríl, har tað frammanundan var greitt, at stór útskifting fór at verða í nevndini. Reglur RSF's eru soleiðis, at formaður og næstformaður verða vald beinleiðis á aðalfundi. Á nevndarfundi 4. mai skipaði nevndi seg soleiðis:

 

Tóki H. Niclasen, formaður, Annika V. Dalsgarð, næstforkvinna, Sámal Kristiansson, kassameistari, Hallgrím Hansen, skrivari, Karlot Hergeirsson, kappingarleiðari, Kristian Eli Zachariassen, nevndarlimur. Eykalimir eru: Jógvan Hans Hansen og Hansina á Plógv.

 

Róðrarsamband Føroya sigur í tíðindaskrivi seinnapartin í dag, at eitt fast punkt á aðalfundinum er at áseta FM-róðrarnar fyri komandi ár, og í 2017 koma róðrarnir at liggja soleiðis: 

 

Norðoyarstevna (27. mai), Sundalagsstevna í Hósvík (17. juni), Jóansøka á Tvøroyri (24. juni), Eystanstevna í Fuglafirði (1.juli), Fjarðastevna á Skála/ Strondum (8. juli), Vestanstevna í Miðvági (15. juli) og Ólavsøka í Havn (28. juli).                                                  

 

Tað er Hallgrím Hansen, skrivari, sum boðar frá hesum vegna Róðrarsamband Føroya seinnapartin í dag.