FC Hoyvík brynjar seg av álvara til oddastríðið í næstbestu føroysku fótbóltsdeildini. Tað eru framdar heili sjey broytingar í leikarahópinum í summar. Heini í Skorini og Jóhan V. Gunnarsson, sum áður hava spælt við B36, eru knýttir at hópinum. Tað eru Uni Holm Johannesen úr B36, Leivur Simonsen úr Undri FF og Bergur Strøm eisini.
Hinvegin hava Ikechkwu Onyema, eisini róptur Ike, og Høgni Warberg skift til B71.
FC Hoyvík, sum undan summarsteðginum ikki vann í fimm dystum upp í slag, vann seg leygardagin upp á fimta plássið. Tá vann liðið 3-2 á heimavølli móti næstbesta liðnum hjá B68.