Stór útskifting á veg í Tjóðveldi

Helvtin av tingmanningini hjá Tjóðveldi antin stillar ikki uppaftur, stillar upp fyri annan flokk ella eru meiri uttanfyri enn innanfyri í flokkinum. 1500 atkvøður hanga í leysum lofti til komandi løgtingsval

Politisk greining

Rógvi Nybo


Hóast seinastu veljarakanningarnar ikki geva nakra ábending um kreppu í Tjóðveldinum, eru tó tekin um, at alt ikki stendur so væl til, sum tað kanska átti. Fleiri av topppolitikarunum í Tjóðveldi hava boðað frá, at teir antin ikki stilla uppaftur ella at teir eru farnir úr flokkinum. Harafturat er onkur, sum gjarna vil vera innanfyri, men reelt er uttanfyri flokk. Tilsamans merkir hetta at okkurt um 1500 persónligar atkvøður, nógvar av teimum lokalar, frá seinasta løgtingsvali hanga í leysum lofti til komandi val. Sjálvandi er hugsandi, at ein stórur partur av hesum atkvøðunum verða verandi innanfyri flokksmark, men um eingin nátúrligur avloysari finst fyri teir farandi, er hugsandi at nakrar av atkvøðunum fara til aðrar flokkar.


Næstformaðurin hvørvur

Tað byrjar við næstformanninum í Tjóðveldi, Tórbjørn Jacobsen, sum til seinasta løgtingsval gjørdist sjeyndivaldi av átta við 356 persónligum atkvøðum. Tórbjørn Jacobsen hevur alment boðað frá, at hann fer ikki at stilla uppaftur til hetta komandi valið. Tórbjørn varð fyrstu ferð valdur á ting í 1998, hevur eitt skifti sitið sum varamaður fyri Høgna Hoydal í Fólkatingi og hevur síðani 2007 verið næstformaður í Tjóðveldi.

Tórbjørn Jacobsen hevur verið ein av tungvektarunum í Tjóðveldi, og hóast eitt nú tíðindamaðurin Ingolf S. Olsen og møguliga eisini fyrrverandi forkvinnan í Útoyggjafelagnum, Olga Biskopstø, stilla upp í Eysturoynni, er eingin nátúligur avloysari fyri Tórbjørn Jacobsen í eygsjón í Eysturoynni.


Hergeir gevst eisini

Eitt annað mannfólk, sum ikki verður á listanum hjá Tjóðveldi, er suðuroyarmaðurin Hergeir Nielsen. Á løgtingsvalinum í 2008 gjørdist Hergeir Nielsen síðsti maður á ting við 352 persónligum atkvøðum. Hergeir Nielsen er somuleiðis ein av absoluttu tungvektarunum í Tjóðveldinum. Hann varð fyrstu ferð valdur á ting í 1984, og gjørdist longu í 1986 løgtingsformaður, eitt starv, hann aftur hevur røkt síðani 2008. Hergeir Nielsen hevur sitið tríggjar reisur í løgtinginum, frá 1984 til 1994, frá 1998 til 2004 og frá 2008 til nú. Somuleiðis hevur Hergeir verið tann, sum seinastu nógvu valini hevur bjargað Tjóðveldinum eitt umboð og nógvar atkvøður úr Suðuroynni.

Um hugt verður eftir listanum til seinasta val, er heldur eingin avgjørdur avloysari klárur at taka yvir eftir Hergeir Nielsen. Næsta fólk á listanun úr Suðuroynni og forkvinna í Suðuroyar Tjóðveldisfelag, Sirið Stenberg, fekk 127 atkvøður.


Sjúrður gjørdi uppreistur og fór

Seinastu tíðina hevur rættiliga nógv verið skrivað um stríðið millum Sjúrð Skaale og formannin Høgna Hoydal. Sjúrður Skaale varð valdur á ting fyri Tjóðveldi í 2008 við 416 persónligum atkvøðum. Sjúrður Skaale hevur í nógv ár áðrenn tað verið trúgvur stuðul hjá Tjóðveldinum, men gjørdist rúkandi ósamdur við formannin um stjórnarskipanina, sum er eitt rættiliga grundleggjandi punkt í politikkinum hjá Tjóðveldi. Úrslitið er, at Sjúrður Skaale hevur tikið seg úr flokkinum og í løtuni er uttanflokkatingmaður. - Tá tín egni flokkur gongur ímóti tí, sum tú heldur vera rætt, er bara eitt at gera: Tú mást velja flokkin frá. Tað ber ikki til at umboða ein flokk, sum tú í grundleggjandi málum ert ósamdur við, segði Sjúrður Skaale tá. Nógvar gitingar eru, um hvørja framtíð Sjúrður Skaale hevur í politikki, men tað er ein sannroynd at ringt er at finna nýggjan politiskan flokk til Sjúrð. Sum rættiliga vinstravendur politikari liggur hann langt frá Framsókn, og sum loysingarmaður er leiðin inn í Javnaðarflokkin heldur tung. Tað ljóðar eisini at eitt samstarv við Sjálvsstýrisflokkin við Kára á Rógvi á odda er ein óhugsandi møguleiki, tá teir báðir hava ringt við at finna felags stev. Eitt gott boð er, at Sjúrður Skaale ikki stillar upp aftur til komandi løgtingsval. Hetta merkir so, at uppaftur 416 persónligar atkvøður verða leysgivnar, meginparturin úr Havn, har tey eru nógv um boðið.


Norðoyggjar eisini í vanda

Eitt annað stað, har tað brennur undir Tjóðveldinum, er í Norðoyggjum. Norðoyatingmaðurin og fyrrverandi formaður í flokkinum, Heini O. Heinesen, varð fyrst yvirsæddur á uppstillingarfundunum hjá Norðoya Tjóðveldisfelag, fyri síðani at koma upp á listan í Havn.

Tað er tó eingin loyna, at Heini O. Heinesen, um enn hann sleppur á listan, og enn formelt er í tingbólkinum hjá Tjóðveldi, reelt situr uttanfyri ávirkan í Tjóðveldi. Í fiskivinnupolitikki, sum er Heinasa hjartabarn, arbeiðir hann beint móti flokkslinjuni, og var tað eisini millum annað hetta, ið var við til at máa grundalagið undan CHE-samgonguni, sum skrædnaði eftir bert sjey mánaðum við róðurið í september 2008.

Heini O. Heinesen hevur umboðað Tjóðveldi frá løgtingsvalinum 1984 til 2004, og gjørdi síðani eitt stórsligið comeback í 2008 við 415 persónligum atkvøðum. Tá uppstillingin var í Norðoya Tjóðveldisfelag boðaði nevndin har frá, at tey ikki høvdu útihýst Heina O. Heinesen av listanum, og at orsøkin til, at hann ikki varð uppstillaður har, er at hansara føstu stuðlar ikki møttu á fundi og at hann tí onga undirtøku fekk har. At Heini O. Heinesen onga undirtøku fær í Norðoyggjum kann vera eitt tekin um, at veljarin ikki hevur hug at seta sín kross við ein, sum reelt onga ávirkan hevur á politikkin í Tjóðveldi, og sum er komin rættiliga væl upp í árini.

Ein møguligur avloysari fyri Heina O. Heineesen í Norðoyggjum kundi verið Óluva Klettskarð, sum kláraði seg væl til seinasta val, loysti Kristinu Háfoss av sum landsstýriskvinna í mentamálum og eisini situr í býráðnum í Klaksvík.

Ein annar møguleiki er, at Heini O. Heinesen fær eina rúgva av sympatiatkvøðum, sum geva einum útihýstum manni enn ein møguleika at royna seg.



Helvtin av tingmanningini útskift

Telja vit omanfyristandandi saman, er talan um fýra teir aftastu av teimum átta tingmonnunum, Tjóðveldi fekk á løgtingsvalinum í 2008. Tilsamans er talan eisini um 1513 persónligar atkvøður, ella um 20,9 prosent av teimum 7250 atkvøðunum, Tjóðveldi fekk við seinasta val. Hesar hanga nú í leysum lofti til komandi val, sum í síðsta lagi verður í januar, men sum saktans kann koma nakað fyrr, serliga um semja ikki fæst um Fíggjarlógina fyri komandi ár, sum skal samtykkjast í heyst. 





Atkvøðubýtið við løgtingsvalið í 2008 


Atkvøður 


    Listin 191

1. Høgni Hoydal 1262

2. Annita á Fríðriksmørk 616

3. Bjørt Samuelsen 547

4. Bergtóra Høgnadóttir Joensen 481

5. Sjúrður Skaale 416

6. Heini O. Heinesen 415

7. Tórbjørn Jacobsen 356

8. Hergeir Nielsen 352



[email protected]