Stór útstykking er á veg í Klaksvík

Borgarstjórin í Klaksvík tekur undir við, at ein stór útstykking verður gjørd í Klaksvík sum skjótast. Fyrsta ætlanin er at gera upp ímóti 40 grundstykki byggiklár á Helnabrekku, har tað við tíðini kunnu byggjast 120 hús afturat. Hann harmast tó um, at tað eru eini 80 privat grundstykki í býnum, sum tað ikki verður bygt á

Klaksvíkar kommuna ætlar at raðfesta útstykkingar av grundøkjum í kommununi. Bíðilistin eftir kommunalum grundøki veksur so at siga dagliga, og borgarstjórin heldur, at ein munagóð útstykking skal gerast sum skjótast.
Býráðslimurin Kristian Eli Zachariassen skrivar í eini grein í Norðlýsinum nú um dagarnar, at tað er bráneyðugt at gera nakað við tørvin á grundstykkjum.
 Ígjøgnum tey seinastu árini hava fleiri minni útstykkingar verið framdar. Alt gott um hesar útstykkingar, men tær hava ikki megnað at loyst trupulleikan við bíðilistanum. Neyðugt er, at Klaksvíkar Kommuna setur sær fyri at loysa tørvin. Serstakliga nú hugsa verður um, at tað skjótt verður koyrandi undir Leirvíksfjørð, skrivar Kristian Eli Zachariassen.
Tað standa næstan 150 fólk á bíðilista, men býráðslimurin heldur, at aktuelli tørvurin er eini 100 grundstykki.

Fleiri útstykkingar
Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri í Klaksvík, sigur, at kommunan arbeiðir við at útvega borgarunum grundstykki, og fyrsta ætlanin er bæði stór og ítøkilig.
 Fyrsta ætlanin er á Helnabrekku, har vit næsta ár ætla at útstykkja eitt stórt øki við upp til 40 grundstykkjum. Har verður við tíðini pláss fyri eini 130 húsum afturat tí, sum er bygt higartil. Vit hava gjørt eina minni útstykking á Norðoyri til 22 hús, og so skulu vit eisini hugsa um, at Domus-ætlanin á Helnabrekku umfatar eini 25 íbúðarhús, sigur borgarstjórin í Klaksvík.
Harafturat skal eisini ein útstykking gerast Undir Fossum í sambandi við ringvegin har, og har verður í fyrstu syftu pláss fyri 24 grundøkjum. Hendan ætlanin er ikki so ítøkilig sum hinar, tí her skal lendi keypast frá privatum.
 Eg eri púra samdur við teimum, sum halda, at ein munagóð útstykking skal gerast í býnum. Tað havi eg sjálvur ført fram fleiri ferðir, og vit arbeiða við hesum, sigur Steibjørn O. Jacobsen, borgarstjóri.

Nógv privat stykki ónýtt
Borgarstjórin sigur seg harmast, at tað eru millum 60 og 80 grundstykki í býnum, sum privat eiga, men sum ikki verða brúkt.
 Hesi grundstykki eru klár at byggja hús á, men vit sleppa ikki fram at teimum, tí privat fólk eiga tey. Kommunan hevur í fleiri førum gjørt veg til hesi grundøki, men tað verður ikki bygt á teimum. Tað er spell, sigur Steinbjørn O. Jacobsen.
Kristian Eli Zachariassen mælir í sínari grein til, at bygt verður á slættanum omanfyri Niðan Horn, har hann heldur, at 100 grundstykki kunnu gerast, men eingin ítøkilig ætlar er um at útstykkja har í næstum.