Stór umvæling dregur út

Kjallaraíbúðirnar í kommunalu húsunum á Hvarvinum í Havn við fimm íbúðum í, eru í so vánaligum standi, at fólk ikki sleppa at búgva har aftur fyribils

Fyrst í mars mánaði kom ein leki til sjóndar í aðrari kommunalu kjallaraíbúðini á Hvarvinum í Havn.
Kommunan metti, at tað fór at taka nakrar fáar vikur at umvæla skaðan, men tá ið gólvið varð tikið upp, vísti tað seg, at báðar kjallaraíbúðirnar høvdu vatnskaða, og har fuktaði illa.
Í aðrari úbúðini búðu Birgit og Gunnar Clementsen, og tey fingu eina íbuð hjá tryggingini at vera í, meðan skaðin skuldi umvælast.
Men tað gingu tveir mánaðir, og tá kundu tryggingin ikki longur hýsa teimum.
Kommunan útvegaði teimum tá eina aðra íbúð at vera í, men Birgit Clementsen er alt annað enn fegin um at skula vera har. Tað er trongt, og teimum vantar neyðugar hentleikar.
Hví hendir einki? vil hon fegin vita.
Hennara stóra ynski er at sleppa út aftur á Hvarvið at búgva, tí har hava tey haft sítt heim í áravís. Innbúgv teirra stendur í íbúðini skumpað saman, og har hevur hon eisini øll síni klæðir liggjandi.
- Klæðini fara so illa og fara at lukta, tí tað er so slævið inni, sigur Birgit Clementsen.
Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri hjá Tórshavnar kommunu sigur, at umvælingararbeiðið er ikki byrjað enn. Tað vísti seg, at skaðin var nógv størri, enn upprunliga mett, og tí verður tað eisini kostnaðarmikið. Íbúðunum í erva bagir einki, og tí verður loysin ikki at taka húsini niður, sigur hann.
- Íbúðirnar verða umvældar, men nær tað verður, veit eg ikki, sigur Jóan Petur Hentze.