Annað umfar í singer/songwriter kappingini á Kafé Kaspar verður í kvøld klokkan 22. Hetta er sættu ferð, at kafein á niðastu hædd á Hotel Hafnia skipar fyri singer/songwriter kapping. Í ár eru 20 fólk, sum fara at kappast.
- Ætlanin var at hava trý undanumfør, 2., 9. og 16. apríl, men undirtøkan er størri enn væntað, og tískil verður eitt eyka undanumfar komandi fríggjakvøld tann 15. apríl, sigur Peter Hentze á Hotel Hafnia.
Finalan verður leygarkvøldið 30.apríl.
Tað verða tríggir dómarar til kappingina við umboðum frá Tutl, G! Festivalinum og Tonleikur.fo.
- Orsøkin til so góða undirtøku í ár er ívaleyst, at vinningarnir eru so góðir. Vinnarin sleppur í studio at taka upp og ljóðblanda eitt lag saman við tøkningi. Harumframt hevur Kafe Kasper fingið í lag samstarv við G! festivalin, ið bjóðar einum ella fleiri av luttakarunum á pall á ársins festivali í Gøtu. Eisini er avtala gjørd við Copenhagen Songwriters Festival 2011, har vinnarin sleppur at luttaka, sigur Peter Hentze.
Tey, sum ikki leita sær oman á Kafe Kaspar hesi kvøldini, hava møguleika at fylgja við singer/songwriter umførunum á www.hafnia.fo gjøgnum live streaming.
Luttakararnir í kvøld eru Dánial Gomez og Bjarki Hansen, Porcelain Story, Annemarie Zimakoff, Alún, Jenný Kragesteen og Anna Maria Wraae.
Sum nakað nýtt er møguligt er hjá áhoyrarunum at gera sína ávirkan á úrslitið við at senda sms á 1919 við tekstinum:
Kaspar 6 Fyri at atkvøða fyri Alún
Kaspar 7 Fyri at atkvøða fyri Dánial og Bjarka
kaspar 8 Fyri at atkvøða fyri Annemarie
Kaspar 9 Fyri at atkvøða fyri Porcelain Story
Kaspar 10 Fyri at atkvøða fyri Jenný og Anna
Sms?ini telja 25% og hvørt sms kostar 10 krónur + vanligan sms takst. Tað verður trekt lut millum øll sms?ini um eitt gávukort á virði 1000 krónur at brúka á Kafe Kaspar ella Hotel Hafnia.