Undir einari húsarannsókn á Forbindelsesvej á Eysturbrúgv í Keypmannahavn hevur løgreglan funnið meiri enn 30 ymisk skotvápn so sum maskinbyrsur og riflur, tvey kilo av spreingievni og nakrar hondgranatir.
Løgreglan hevur tikið ein 50 ára gamlan mann í sambandi við málið, og hann skal til grundlógaravhoyring í dag.
-Vit funnu so nógv, at vit hava ikki havt stundir til at gera eitt nágreiniligt yvirlit yvir lutirnar, sigur Magnus Andersen hjá løgregluni við DR.
Løgreglan í Keypmannahavn sigur, at tað var ein serlig løgregludeild, sum heldur eygað við rokkarum og øðrum brotsmannaliðum, ið kom fram á vápnagoymsluna. Sagt verður, at málið um vápnagoymsluna hevur samband við tveir menn, sum vórðu settir í fongsul í november og skuldsettir fyri at hava latið ymsum brotsmannaliðum vápn.