www.business-line.fo
Danmark hevur í fleiri ár útmerkað seg sum eitt sera gott íverksetaraland. Málsetningurin er, at í 2010 skal Danmark verða tað landið, har flestar nýggjar fyritøkur síggja dagsins ljós og í 2015 skal Danmark verða tað landið, har flestu vakstrarfyritøkur verða at finna.
Eitt gott íverksetaraland
Danmark er millum tey bestu londini í heiminum, tá tað ræður um at skapa góð korð til íverksetarar. Hóast hetta, er Danmark ikki tað landið, har flestu vakstrarfyritøkur eru at finna. Tí er endamálið at skapa enn betri treytir til øll tey mongu, ið droyma um at stovna egið virki, ella síggja sínar fyritøkur vaksa.
Íverksetarar stóran týdning
- Tað eru fleiri orsøkir til, at íverkstan er týdningarmikil fyri Danmark. Tað hevur stóran týdning fyri hin einstaka at kunna gera sín dreym til verðuleika
- Íverksetan hevur eisini stóran týdning fyri samfelagsbúskapin og drívmegina í samfelagnum. Her verður serliga hugsað um tær sokallaðu vakstrarfyritøkurnar, ella gazellurnar, sum skapa nýggj arbeiðspláss og stóran umsetning, sigur stjórin í danska vinnumálaráðnum, Finn Lauritzen,
70 ymisk tiltøk
Skipað verður fyri 70 ymsum tiltøkum, ið fara fram kring alt landið. Tú kanst t.d. fáa tær eitt prát við ein, ið hevur fingið eina sera góða byrjan, finna íblástur til nýggj hugskot, tosa við ein ráðgeva, fara til ein fyrilestur, ið passar til tíni áhugamál, osv..
Tað eru tey 5 lokalu “vakstrarhúsini” kring landið, ið standa fyri tiltøkunum, ið sum sagt verða fyriskipað hesa vikuna.