Myndugleikarnir í Jordan kunngjørdu í kvøld, at teir hava avdúkað eina umfatandi álopsætlan hjá yvirgangsfelagsskapinum al-Qaeda. Samstundis hava trygdardeildirnar tikið fýra menn.
Sambært myndugleikunum ætlaðu menninir at fremja sjálvmorðsatsóknir at fleiri handilsmiðstøðum og at søkja at vesturlendskum diplomatum í jordanska høvuðsstaðnum Amman (myndin), og sum skilst skuldu allar atsóknirnar fremjast í kvøld. Ein kelda í trygdartænastuni sigur fyri Reuters, at atsóknirnar vóru so ógvusligar, at tær kundu kravt meiri enn túsund mannalív.
Talsmaðurin hjá jordansku stjórnini, Sameeh Maaytah, sigur við fjølmiðlarnar, at yvirgangsmenninir høvdu fingið vápn úr Sýrialandi, og at viðhaldsmenn í Jordan høvdu útvegað teimum spreingievni.
Jordansku myndugleikarnir siga, at teir hava tikið ellivu menn teir seinastu dagarnar, og at allir eru undir illgruna fyri ætlanir um yvirgang. Allir menninir eru jordanskir ríkisborgarar, men teir hava fingið hjálp úr Sýrialandi og frá bólkum hjá al-Qaeda í Irak.