Stóra Bretland og Danmark eru mest eftirspurd

Mest eftirspurdu lestrarplássini eru framvegis í Danmark og Stóra Bretlandi, har stórur vøkstur hevur verið seinastu árini. Um 600 fólk vitjaðu Markleys Útbúgving í Norðurlandahúsinum í gjár

Útbúgving

Rógvi Nybo

[email protected]


Stóru árgangirnir úr fyrst í 90’unum eru nú komnir upp í tann aldur, at tey eisini skulu byrja at kunna seg um møguleikarnar fyri víðari lestri. Fyrrapartin í gjár vitjaðu um 500 næmingar úr 9.- og 10.flokkunum kring landið, tá árliga tiltakið Markleys Útbúgving var hildið í Norðurlandahúsinum.

Holger Arnbjerg er fyriskipari av tiltakinum.

- Tað gekk orduliga væl. Her vóru um 500 næmingar fyrrapartin, og um kvøldið vitjaðu okkurt um 100 fólk, sum ikki høvdu møguleikan fyri at vera við fyrr um dagin, tá tey ganga í student ella arbeiða.

Hann greiðir eisini frá, at tað, sum fólkini serliga spyrja um, eru hvørjir møguleikarnir hjá teimum eru fyri at lesa víðari, hvussu man kann seta útbúgvingarnar saman, hvørji krøvini eru og so framvegis.


Stórur áhugi í Stóra Bretlandi

Gamalt var, at føroyingar at kalla bara fóru til Danmarkar at lesa. Hetta er enn galdandi í høvuðsheitum og í dag lesa um 900 føroyingar í Danmark. Men seinnu árini eru fleiri broytingar at hóma.

- Tekur tú Bretland fyri bara 6 -7 árum síðani, so vóru um 30 lesandi har. Nú haldi eg tað eru um 130 føroysk lesandi har. Eisini í USA eru tað upp móti eini 20 fólk, sum lesa og í Póllandi eru tað 10 ella 11 føroyingar, sum lesa til lækna, greiðir Holger Arnbjerg frá.

Undanfarin ár hevur Markleys Útbúgving verið hildið úti á skúlunum, síðani umborð á Smyrli, og nú tiltakið er vorðið so stórt, er tað flutt í Norðurlandahúsið, har Holger Arnbjerg lýsir umstøðurnar sum framúrskarandi til hetta endamálið.