Vagnur Michelsen
----
Mangan er komið mær til hugs, hvat fær Regin Eikholm, Rolf Guttesen og Sjúrð Skaale at brúka so nógva orku í kjakinum um stavraðið. Og í nógv ár hevur Regin skrivað óteljandi lesarabrøv um málreinsan, og at vit mugu loyva útlendskum orðum inn í mál okkara.
Skrivi mest sum hvønn dag, í løtuni mest um ítrótt til heimasíðu og onkra hissini stuttsøgu. Havi stóran áhuga í føroyska málinum og tess lagnu seinastu hundrað árini, føroyska málið, sum vit øll sjálvandi skulu menna og hjúkla um. Nógvir stórsigrar eru vunnir á málleiðini hesi hundrað árini, nógv nýtt gott føroyskt tilfarið er komið undan kavi, tó vit enn ikki eru komin á mál.
Um stavurin c skal hava pláss í føroyska stavraðnum ella ikki, hugsi eg ikki nógv um. Eftirnavn mítt er Michelsen, har c-ið er triði stavurin. Fara vit eini átta ættarlið aftur í tíðina, fekk familja mín eftirnavnið Michelsen eftir manni, sum æt Mikkjal stavað við kk. Abbasystir mín æt Maria Mikkelsen stavað við kk, ja, soleiðis var stavistandurin tá, alt eftir hvør danski embætismaðurin var.
Eg var knýttur at føroyska fólkaskúlanum í 28 ár, har eg undirvísti mest í føroyskum og støddfrøði.
Eg segði stundum næmingunum, tað veri seg um teir gingu í 1. flokki ella 10. flokki, at teir skuldu vera góðir við móðurmálið. Eg góðtók ikki, at fremmand orð vórðu brúkt í t.d. stíli, tá ið vit eiga góð føroysk orð. Hetta skiltu næmingarnir. Eisini segði eg, at vit mugu fyri alt í verðini ikki blanda málini saman. Vit skulu duga væl at málbera okkum á móðurmálinum, góðan málburð, benda og stava rætt, samstundis sum vit læra okkum danskt, enskt ella týskt. Hetta skiltu næmingarnir eisini.
Gjørdar eru lesiætlanir til allar lærugreinar, og í føroyskum er ávíst tilfar til hvønn aldursbólk. Lesiætlanin vegleiðir, hvat lærast skal í hvørjum aldursbólki. Eg minnist við gleði, hvussu væl næmingum dámdi at terpa mállæru serliga í fjórða, fimta og sætta flokki. Fekst tú næmingarnar á rætta kós í hesum flokkum, hvat mállæru viðvíkur, var sloppið. Teir dugdu allir nógv betur, enn eg sum ungur nakrantíð dugdi í føroyskum. Hetta var spennandi arbeiði.
Tey sita øll kvirr
Havi álit á, at lærarar, rithøvundar, fjølmiðlafólk og onnur ikki fylgja leiðini hjá Regini Eikhólm, Rolf Guttesen og teimum fáu. Heilt burturvið í mínari verð at fylla føroyska málið við útlendskum orðum, tá ið vit eiga góð føroysk orð. Vit skulu lúka ókrútið úr urtagarðinum, so føroyska málblóman fær góð gróðrarlíkindi. Hetta er leiðin.
Kemur mær mangan til hugs, hví lærarar, rithøvundar, fjølmiðlafólk og onnur, sum dagliga arbeiða við føroyska málinum, ikki geva seg til kennar í málkjakinum. Hví sita tey kvirr? Svarið er einfalt, tey tíma rætt og slætt ikki at brúka orku í kjaki, sum ikki tænir nøkrum endamáli.
Eg havi ta fatan, at fólk, sum geva út bøkur, fløgur og aðrar tekstir, leggja stóran dent á at málbera seg væl. Tekstir verða rættlisnir umaftur og umaftur. Skúlabókagrunnurin slóðar fyri og gevur út undirvísingartilfar á føroyskum, og Bókadeild Føroya lærarafelags gevur út barna- og ungdómsbøkur. Tú sært ikki fremmandaorð í barnabókum, sum børnini við gleði taka til sín. Fremmandaorð eru ikki í sálmabókum, sangbókum, ja, Bíbliuni, tá talan ikki er um bíbilsku staðarnøvnini og fólkanøvnini.
Í málkjakinum verður mangan tosað um málreinsan, og funnist verður at, at kikarin ov ofta verður vendur ímóti Íslandi, tá ið nýggj orð verða smíðað. Eru vit ikki partur av vesturnorðurlendsku mentanini og í ætt við norrøna málið? Eg havi ongantíð merkt nakað til málreinsan, eingin hevur havt peikifingurin á lofti og sagt, hvussu eg skal málbera meg. Havi roynt at málborið meg, sum nú einaferð evnini røkka.
Støddfrøði
Tá ið eg byrjaði at undirvísa í støddfrøði í 1979, var bara danskt tilfar at fáa. “Hej matamatik”, sum børnunum eisini dámdi væl. Føroya skúlabókagrunnur slóðaði fyri og útvegaði við tíðini føroyskt tilfar til allar flokkar. Børnini høvdu ikki trupulleikar at læra føroysku heitini í nýggju bókunum, heldur høvdu nøkur foreldur trupulleikar at hjálpa børnum, tí tey kendu bara donsku heitini. Nú æt tað tildømis krossskipan og ikki “koordinatsystem”. Kenni einki til, at okkara næmingar klára seg verri í skúlum uttanlands, tí føroyskt tilfar verður brúkt í undirvísingini í Føroyum.
Mangan verður víst til Pisakanningina, har føroysku næmingarnir í fyrstu kanningini ikki stóðu seg nóg væl. Orsøkirnar til heldur svikaligu úrslitini eru so mangar. Høvuðsorsøkin er, at skúlaverkið ikki hevur ráð at bjóða næmingum eina stuðulsskipan, sum veruliga munar. Skúlin fyri øll? Nei, í míni 28 ár sum lærari var skúlin ikki fyri øll. Seinastu árini eru nógvir næmingar við serligum tørvi komnir í fólkaskúlan. Hesir næmingar fáa ikki nøktandi tilboð, sum slíkir næmingar fáa í okkara grannalondum. Glottar eru ikki at hóma, tí nú skal fólkaskúlin spara enn meira.
Óheppin nýggj orð
Tá ið alt omanfyri er sagt, skal eg viðganga, at nógv óheppið er eisini hent innan føroyska málið. Málið er livandi og broytist við tíðini. Nógv nýggj góð føroysk orð eru smíðað, sum fjøldin hevur tikið til sín. Men summi orð skuldu ongantíð sæð dagsins ljós. Nevni tildømis Sjúkrarøktarfrøðiskúli Føroya ella sjúkrarøktarfrøðingur og námsfrøðingur. Alt ov lang og knortlut orð, og tú hevur torført at skilja ímillum, um talan er um kolaminu, grót ella røkt og undirvísing. Orðið “frøði” er eisini alt ov nógv brúkt og uppslitið eftir mínum tykki.
Mín vón er, at lærarar, rithøvundar, fjølmiðlafólk og fólk annars halda tørn og ikki lata seg ávirka av teimum fáu, sum siga seg vilja altjóðagera føroyska málið við nógvum fremmandaorðum. Føroyska málið er okkara dýrgripur, sum vit øll skulu vera góð við, hjúkla um og menna.
Mær kemur júst til hugs, at nú eru liðin 80 ár, síðani fyrsta føroyska kirkjan varð vígd á føroyskum máli. Hetta var Gjáar kirkja, sum varð vígd í 1929. Og góð hundrað ár er liðin, síðan A.C. Evensen, sum fyrstur føroyskur prestur fekk loyvi at prædika á føroyskum. Hetta var heima á Sandi í 1902. Jákup Dahl var settur prestur í Havn í 1912, og næstu árini hevði hann mangan dystin sum prestur og seinni próstur við danska embætisvaldið til tess at sleppa at prædika á føroyskum. Jákup Dahl og onnur stríðsfólk vunnu hetta slagið, tí frá 13. mars í 1939 var prestum loyvt at prædika á føroyskum uttan fyrst at spyrja danir um loyvi. Ógvuliga týdningarmikið, at vit minna okkum á slíkar hendingar, tí tað eru jú ikki so nógv ár liðin, síðani hesir málsigrar fóru fram.