Stóra flakavirkið í Vági sleppur ikki at liggja stilt

Nú laksavirkið í Vági fór av knóranum, noyðist Fiskavirking at fáa virkið ígongd aftur, ella skal tað seljast

Flakavirkið í Vági

Tað stóra flakavirkið hjá Fiskavirkið í Vági, sleppur ikki at liggja stilt leingi.
Tað ætlar Vágs Býráð sær at syrgja fyri.
Tað er ein gomul avtala ímillum Vágs Býráð og Føroya Fiskavirking, at arbeiði skal vera á flakavirkinum í Vági.
Og tað avtaluna ætlar Býráðið sær at halda fast um.
At talan er um eina avtalu ímillum Vágs Býráð og Fiskavirking, er kanska í so nógv sagt.
Eftir at virkið hevði staðið stilt í fleiri ár, samtykti Vágs Býráð, at antin varð arbeiði aftur á virkinum, ella segði Býráðið leigisáttmálan um um grundstykki upp.
Virkið stendur á leigaðari grund og tað stendur í sáttmálanum, at arbeiðið skal vera á virkinum. Er ikki arbeiðið á virkinum í tvey ár, kann sáttmálin sigast upp.
Og tað ætlar Vágs Býráð sær at halda fast um.
? Verður sáttmálin sagdur upp, má Fiskavirking taka virkið niður, ella selja tað fyri hálvan prís, sigur Jógvan Krosslá.
Hann sigur, at Fiskavirking hevur fleiri ferðir váttað fyri Vágs Býráði, at arbeiði skal vera á virkinum.
Í fyrstu syftu endaði tað við, at felagið hjá Hera Hjelm leigaði tað til laksavirki.
Men, nú laksavirkið helt uppat, fer býráðið í Vági ikki at góðtaka, at virkið liggur stilt leingi.
Jógvan Krosslá sigur, at hann hevur mint Fiskavirking um avtaluna um at arbeiði skal vera á virkinum og Fiskavirking hevur enn einaferð váttað, at avtlaan verður hildin og at virkið antin verður leigað út, ella setir Fiskavirking sjálvt virkið í gongd aftur.










?