Stúra fyri fleiri vanlukkum og sjúkrameldingum

Arbeiðseftirlitið skal setast á stovn aftur sum sjálvstøðugur stovnur

Hetta er kravið frá 20 fakfeløgum á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum.

Tey hava havt fund í dag um Arbeiðseftirlitið og har staðfesta tey, at síðani Arbeiðseftirlitið varð lagt undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, er tað horvið.

-Tað er bara ein spurningur um tíð til vit síggja greiðar avleiðingar av vantandi virkseminum hjá Arbeiðseftirlitinum, siga tey í eini felags fráboðan frá fundinum.

- Hetta fer at síggjast aftur í fleiri sjúkrameldingum, í fleiri vinnusjúkum og í fleiri arbeiðsskaðum, leggja tey afturat

Fakfeløgini mótmæla harðliga, at málsøkið arbeiðaravernd onga raðfesting fær frá politiska myndugleikanum, og at til ber at avtaka stovnin og virksemi hjá stovninum frá degi til dags.

- Inntrivini sum gjørd eru á Arbeiðseftirlitinum eru greið brot á alla vanliga siðvenju, tí Arbeiðsumhvørvisráðið og partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru hvørki hoyrd ella kunnaði um nakran part av tilgongdini, tá ið Arbeiðseftirlitið var avtikið sum sjálvstøðugur stovnur.

Feløgini heita í hesum sambandi á Føroya Løgting og politisku flokkarnar um at seta Arbeiðseftirlitið á stovn aftur sum sjálvstøðugan stovn og at geva stovninum ta fíggjarligu játtan, sum krevst fyri at røkja skyldurnar í lógini.

- Starvsfólkatalið er seinastu árini minkað úr 18 til 4 starvsfólk, og tað undrar feløgini, um politiski myndugleikin vil taka ábyrgd av hesi gongd.

Feløgini heita á politisku flokkarnir um greitt at boða frá, hvørja støðu teir hava til spurningin um arbeiðseftirlit, og hvat teir ætla at gera við hættisligu støðuna, sum er íkomin.

Feløgini, sum hava sent hesa áheitanina, eru Almanna- og Heilsurøktarafelagið, Bioanalytikarafelagið, Ergoterapeutfelagið, Føroya Arbeiðarafelag, Føroya Handverkarafelag, Føroya Fiskimannafelag, Føroya Pedagogfelag, Føroya Psykiatrifelag, Føroya Prentarafelag, Føroya Tekniska Lærarafelag, Fysioterapeutfelagið, Havnar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðskvinnufelag,

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Kost- og Føðslufelag Føroya, Landsfelag Handverkaranna, Ljósmøðrafelag Føroya, Starvsmannafelagið og

S&K.