Bygdaráðið í Sunda kommunu sigur, at ferðsluviðurskiftini í kommununi eru so hættislig, at tey stúra fyri trygdini. Tí vil bygdaráðið hava Landsverk at gera ábøtur nógva staðni á vegnum, áðrenn tað endar galið Ferðsluviðurskiftini í Sundalagnum eru so vánalig, at bygdaráðið í Sunda Kommunu ber álvarsligan ótta fyri trygdini.
Hann sigur, at tískil hevur bygdaráðið biðið um fund við Landsverk at tosað um støðuna og at vita, hvat kann gerast.
Men tað, sum serliga loypir ótta á tey er, at tað eru so nógvir vegir bundnir í landsvegin, bæði vegir til og frá bygdunum framvið vegnum, men eisini vegir til og frá havnarløgum o.s.fr.
- Vit halda ikki, at tað er nóg trygt við øllum hesum íbindingarvegunum í landsvegin.
- Vandin við íbindingunum er sera stórur, tí talan um rættiliga nógva ferðslu eftir landsvegum, har tað er loyvt at koyra 80 kilometrar um tíman.
Vandin er ikki bara, tá ið bilar og fólk skulu av bygdarvegum og havnarløgum út á landsveg.
Vandin er eisini, tá ið bilar skulu av landsvegnum inn í bygdir og oman á havnaløg, tí tá standa teir mitt á vegnum og bíða eftir líkindum og blokera sostatt fyri ferðsluni.
- Eg haldi, at tað er lívshættisligt, heldur Heðin Zachariasen.
Tí heldur Bygdaráðið í Sunda kommunu, at tað bara skal vera ein til og frákoyring úr Streymnesi út á landsvegin. Í løtuni eru tríggjar.
Samstundis eru tvær íbindingar í landsvegin av havnarlagnum í Hvalvík, men vit halda, at tað eigur ikki at vera meiri enn ein.
- Harafturat vil bygdaráðið hava betri umstøður hjá bilum, sum skulu av landsvehnum, so at teir sleppa undan at blokera landsvegin hvørja ferð.
Bygdaráðið við eisini hava eina nýggja undirføring ímillum Oyrabakka og Norðskála, so at øll børn og vaksin, sum skulu í skúla, til handils, í dagstovn, á Posthús, ella onnur ørindi og til arbeiðis, sleppa frá at fara tvørtur um landsvegin.
Ein undirføring er gjørd, men tey vilja hava eina, sum eisini persónbilar kunnu koyra ígjøgnum.